
Eg elski at pynta til allar árstíðir, men heystið er ivaleyst tann árstíðin mær dámar best og tí eri eg so smátt byrjað at gera meira og meira burtur úr hesi árstíð. Í Danmark og aðrastaðni er graslendi um at bresta av flottum og fagurlittum graskarum og eg haldi tey eru so flott. Eg havi longu fylt trappuna vid alskins sløgum og litaðum graskarum, men eg ynskti eisini at gera okkurt annað. Av tí eg átti so nógvar tógvrestur sum eg ynskti at fáa nýttar, fann eg mær eina heklinál og vitaði um ikki eg kundi skapað nakað, sum ikki var ov umfatandi og sum eg skjótt kundi leggja frá mær, um onkur av børnunum tørvaði meg.
Eg haldi eisini at tað ávirkar mína sálarheilsu jaliga, við at vera kreativ í hesi árstíð, har tad verður skjótari myrkt og tað er tættari ímillum teir vátu og ruskuttu dagarnir.


Uppskriftin er einkul og løtt. Alt tógv kann nýtast og allar støddir á heklinálum.
Jú størri nál og tjykkri tógv tú hevur, jú skjótari gongur. So um tú ert sum eg, so leggur tú út við eini nál sum er millum nr. 6 og 8, men sjálvandi eisini alt eftir hvat tógv, tú hevur funnið tær. Eg havi brúkt ymiskt, men tad mesta er Navia duo, lagt dupult og so eina mohair rest saman vid, fyri at geva graskarinum eina ráða útsjónd.
Tað sum er deiligt við hesari uppskriftini er, at tað onki ger, um tú missur talið, ella ger eitt mistak. Tað verður ikki lagt merkið til og ger teg bara lidna.




Mannagongd
- Byrja við at gera ein ring (sí mynd nr. 1)
- Ger síðani 7 fastmaskur í ringin (sí mynd nr. 2)
- Stramma saman (sí mynd nr. 3)
- Hekla síðani 2 fastmaskur í hvørja masku í næsta umfari, so tú til endan hevur 14 maskur
- Hekla síðani aftur 2 maskur í hvørja masku so tú til endan hevur 28 maskir
- Eftirfylgjandi heklar tú 2 fastmaskur í hvørja triðju masku og tað forsetir tú við inntil tú sjálv heldur at graskarið er blivið nóg vítt. Eg plagi at gera 4 umfør (sí mynd nr. 4).
- Fyri at fáa ein penan form heklar tú fastmaskur í 4 umfør, ella alt eftir hvussu høgt tú ynskir graskari skal verða.
- Aftaná tað byrjar tú at taka av triðju hvørjari masku og hetta heldur áfram inntil tú hevur eitt lítið hol eftir.
- So fyllir tú skapið við fyllu. Tað kann t.d. vera frá einari gamlari bamsu, pútu ella keypta fyllu.
- Fyri at geva graskarinum tann pena formin skalt tú petta fylluna sundur og trýsta hana í. Um tú bara tekur ein klump og trýstur hann í kann tad vera torført at fáa eitt pent og einstátta úrslit. Ikki proppfylla figurin tí so hvørva tey natúrligu fallini, sum síggjast á myndunum.
- Tá tú hevur koyrt fylluna í, heldur tú áfram, til holið er burtur.
- Fest tráðin og klipp av.
Sum tad síðsta skalt tú festa eina lítla kanel stong vid lími niður í miðjuna.
Eg brúki límpistól, men annað lím riggar eisini ivaleyst.
Nú ert tú liðug og hevur eitt heim í angar av kanel 😉
Les eisini:
- Patur 1 – Okkara fyrsta húsakeyp
- Partur 2 – Eitt heimagjørt heimskort
- Partur 3 – Tvey ár uttan hita í húsinum
- Partur 4 – Litir skapa hugna, men hvønn lit skal man velja
