Hjá teimum stuttligt at fylgjast er,
sum fegin vilja í fylgi vera,
tá tvífalt frøi hvør gleði ber,
og helvtar munur er sorg at bera.
Ja, tað er gaman
:,: at ferðast saman :,:
um kærleiksglæman í fylgi er.
2. So hugnaligt altíð er tað búgv,
har stór og smá draga eina línu,
og hústrú lyftir við manni trúgv,
og maður lyftir við hústrú síni.
Ja, best er gaman
:,: at lyfta saman, :,:
tá felagsframin er hjartamál.
3. Væl Harrin hjúnunum eydnu gav,
sum honum tekk sína veitslu búgva,
á hvørji løtu at vita av –
tó æviskeiðið er ymist snúgvað –
at tað er gaman
:,: at byggja saman :,:
um kærleiksglæman í fylgi er.