Tann fyrsti gleðirómurin hevur lagt seg. Tit eru tikin av bóli av øllum kenslunum, tonkunum og ikki minst spurningunum viðvíkjandi tykkara komandi brúdleypi. Tað kenst sum ein samanrenning av hurlivasa og gleði – alt í senn, men verið tit bara rólig – tað er púra vanligt. Vit hava savnað nøkur góð ráð um, hvussu tit koma í holt við at fyrireika tykkara dreymabrúdleyp.

Hvat hava tit í væntu?
Tá tit standa við avbjóðingini at fyrireika tykkara brúdleyp, eru spurningarnir nógvir. Men áðrenn tit stilla tykkum alt ov nógvar spurningar, er týdningarmikið fyrst at fáa greiði á, hvat tit sum einstaklingar hava í væntu til tykkara brúdleyp. Um annar ímyndar sær ein friðarligan seinnapart í býráðsskrivstovuni, og hin kundi hugsað sær eitt kirkjubrúdleyp og stóra veitslu, so hava tit púra ymiskar hugsanir um tykkara brúdleyp. Setið tykkum tískil saman og prátið um hetta. Gevið gætur fyri hugsanunum hjá hvørjum øðrum, so tit finna fram til, hvussu tit í felag fáa fyrireikað tykkara dreymabrúdleyp.
Hvar skulu tit giftast?
Fyrst mugu tit sum sagt taka støðu til, um tit ynskja at vígast í kirkju, samkomu, býráðs-/borgaraskrivstovuni ella onkra heilt aðrastaðni. Møguleikarnir eru nógvir. Tit hava møguliga ein dreym um vígslu í einum vøkrum urtagarði ella á onkrari strond uttanlands.

Nær skulu tit giftast?
Ein tann størsti spurningurin, sum stingur seg upp, er: Nær skal brúdleypið haldast? Tit kunnu m.a. stilla tykkum hesar spurningar: Droyma vit um eitt brúdleyp eina ávísa árstíð? Er tað ein dagfesting, sum hevur serligan týdning fyri okkum ella ein dagfesting, sum er serliga løtt at minnast? Er tað gjørligt at giftast hendan dagin, og er veitsluhølið tøkt tá?
Minnist til at ein ofta skal byrja at fyrireika í góðari tíð. Juli, august og desembur eru teir best umtóktu mánaðarnir, so ætlar eitt par at giftast tá, ræður um at vera í serliga góðari tíð.
Hvussu nógv skal brúdleypið kosta?
Tað eru ongar reglur fyri, hvussu nógv ella lítið eitt brúdleyp skal kosta. Tað eru heldur eingi krøv um, hvussu stórt ella lítið brúdleypið skal vera, ella hvussu nógv tit skulu vera til reiðar at gjalda.
Hyggið eftir tykkara búskapi og umhugsið, hvussu nógv tit ynskja og klára at gjalda. Fyri at fáa eina ábending um hetta, er ein góð meginregla at gera eina fíggjarætlan yvir allar útreiðslur í samband við tiltakið.
Sí eisini greinina “Hvussu nógv kostar okkara brúdleyp?“, har vit geva tykkum eitt rokniark, sum er klárt til tykkum at seta tykkara egnu tøl inn.

Hvørjum ynskja tit at bjóða?
Skrivið ein lista yvir allar gestirnar, sum tit ynskja at bjóða. Mongdin av luttakarum skal sjálvandi veljast í mun til útreiðslurnar, sum tit kunnu/ynskja at gjalda. Er tað realistiskt at fáa allar gestirnar við, ella eru tit møguliga noydd til at velja frá. Tit kunnu t.d. umhugsa, um tit skulu hava eina móttøku, har øll eru vælkomin og síðani bjóða útvaldum gestum til døgurða og veitslu seinni um kvøldið.
Sí eisini greinina “Minnis-listi“, har til ber at fáa eitt gott yvirlit yvir, hvat tit skulu minnast til áðrenn og eftir brúdleypið. Minnis-listin kann takast niður sum PDF, so tað er lætt hjá tykkum at krossa av, so hvørt tit hava avgreitt okkurt.