Um tú ert sum eg, ja so er tað nakað soleiðis tú hugsar, tá tú stendur í urtagarðinum og skal lúka illgras! Hvat skal lúkast og hvat av hesum eru veruligar blómur! Eg veit… Eg havi ikki grønar fingrar 🙂
Hinvegin, so havi eg vinfólk, sum elska at arbeiða í urtagarðinum og tey eru eisini køn innan økið. Tey vita hvør blóma skal hava hvat fyri at kunna vaksa væl og tey hava eisini skil á illgrasi, men fyri mær kann tað síggja út sum ein ómøgulig uppgáva!
Í parlagnum kann tað til tíðir tykjast sum at illgras og vakrar blómur eru alt hvørt um annað og tað er ilt at síggja hvussu vit skulu fara til verka fyri at lúka illgrasið burtur.
Um vit til dømis hyggja at tí stuttliga í einum parlagi, so hevur tað sera stóran týdning at vit kunnu flenna saman ☺ Men tað má ikki vera fyri rokningina hjá hinum partinum, tvs ting søgd í speisemi. Hetta speisemi, sum var ætlað í skemti, gerst særandi og veksur upp sum illgras í hjartanum hjá hjá tí særda. Ver varin við hvussu tú fert við tínum maka. Flenn heldur at tær sjálvum enn at flenna at hinum.
Látur og at hava tað stuttligt saman er ein sera góð, gevandi og sterk “planta” í hjúnabandinum. Bíblian tosar um at Gleði er okkara styrki. Og sálarfrøðin lærir okkum eisini at látur er við til at minka um strongd og økja um vælveru bæði í likami og í sál.
Hvat ger tykkum glað? Hvat far tykkum at flenna? Lívið kann gerast so álvarsamt at vit sum vaksin menniskju gloyma at hava tað stuttligt.
Setið tíð av í tykkara vikuskrá at hava tað stuttligt saman, bara tit bæði og eisini saman við øðrum.
Dáma tykkum at dansa? At spæla spøl? At rógva kajak? At siga frá stuttligum søgum? Alt hetta er møguligt at seta í verk 🙂
Latið okkum geva parlagnum bestu vakstrar umstøður, so vit gerast ein urtagarður, sum ikki er yvirvaksin við illgrasi og heldur ikki fer í storminum. Men ein, sum er sunnur og vakur.
Við kærleikskvøðu <3
Les eisini:
Hjúnabandið… Byrjið væl
Lívið er ein ferð
Góð ráð til hjúnabandið
Avbjóðandi tíðir

Hjørdis Háberg Petersen
Hjørdis er gift við Dánjal J. Petersen síðani 1985. Tey eiga ein son og tríggjar døtur. Hon starvast saman við manninum sum leiðari í City Church.