Farin í holt við fyrsta rúmið, sovikamarið. Alt tók sína tíð. Vit stríddust í fýra tímar at seta fyrstu hurðina í.
Mikudagin var fyrsti partur av Nybyggerne vístur í sjónvarpinum. Vit sóu partin fyri aðru ferð, og hesaferð saman við vinfólkum. Tað var sera stuttligt at uppliva hendingarnar enn einaferð, og hesuferð saman við okkara nærmastu.
Tann fyrsti dagurin av Nybyggerne var tann longsti av teimum øllum. Hendan dagin skuldu vit finna útav hvørjum húsi vit skuldu búgva í tær næstu átta vikurnar. Vit skuldu møta hinum pørunum OG vit skuldu byrja at byggja kamarið sama dagin. Eg var mest forvitin at vita hvørji hinum pørini vóru. Martin gleddi seg eisini, tí hann var allarhelst vorðin troyttur av mær, tí tað var tað einasta eg hevði tosað um í fleiri vikur.
Les eisini: At vera nýbyggjari -1 Partur

Tað varð lutakast um hvat hús vit fingu. Sum tit allarhelst hava frætt, so fingu vit tað bláa. Síðan gekk leiðin í bili ímóti húsinum. Eitt par, í senn, fór koyrandi oman ímóti húsinum, meðan hini bíðaðu á einum parkeringsplássi nærhendis. Vit vóru tey fyrstu.
Myndafólkini vóru við frá byrjan, fyri at síggja hvat vit hildu um húsini. Eftir, at vit høvdu sæð øll rúmini, skuldu vit velja hvar vit ynsktu, at okkara kamar skuldi vera, og hvussu vit ætlaðu at innrætta tað. Vit høvdu kanska 10 min at hugsa í, so tað mátti ganga skjótt.
Áðrenn farið varð út at keypa, møttu vit hinum pørunum. ENDILIGA. Tað hevði eg leingi væntað. Fyrsta fatanin av teimum var sera góð. Eitt, ið vit løgdu til merkis var, at Trine og Mikkel í grønum húsi vóru í grønum klæðum, Malene úr gulum húsi var í gulum kjóla og Kristoffer í reyðum húsi var í reyðari skjúrtu.
Sjálvi vóru Martin og eg í bláum. Tað var ikki neyðugt hjá okkum at greiða hvørjum øðrum frá hvat hús, vit vóru flutt inn í, tí tað sást. Hetta var ikki ráðlagt frammanundan og øll vóru í teimum somu klæðunum tey vóru farin í, um morgunin. Lítið vistu vit tá, at hesi trý pørini fóru at gerast nøkur av okkara tættastu vinfólkum.

Aftur til kamarið. Martin og eg ynsktu okkum eitt róligt sovikamar. Fyri okkum er tað týdningarmikið at hava eitt kamar, ið ein veruliga kann hvíla seg í uttan at vera órógvað/ur av ov nógv litum og lutum. Vit avgjørdu, at vit vildu byggja songina sjálvi, og gera eitt heimagjørt vegg panel, ið skuldi vera inspirerað av teimum føroysku hjallunum.
Tað, ið okkum dámar best er at byggja ymiskt. Vit elska byg-selv.

Hugskotið aftanfyri songina var, at vit ynsktu eina song, ið var einkul. Songin skuldi ikki fylla ov nógv, men skuldi rigga saman við restini av rúminum. Vit ynsktu, at madrassan var sjónlig, so songin fekk eina eyka effekt.
Eisini hugsaðu vit um, at tað kundi verið praktiskt um vit kundu goyma okkurt undir songini, um tað einaferð skuldi verið neyðugt. Songin skuldi kennast jarðbundin, og tí valdu vit nøkur meira massiv bein, ið sóust væl og samstundis vóru haldgóð.
Eg haldi sjálv, at vit funnu tað vakrasta gólvið til kamarið. Grønt marmoleum click gólv, ið eisini er burðardygt. Tað var sera torført at fáa fatur á, men tað eydnaðist at enda. Eg haldi, at tað er so KUL, tá gólvið spælir ein stóran lut í innrættingini. Rúmið hevði ikki verið tað sama, um gólvið ikki var grønt.

eir fyrstu fýra dagarnir sum nýbyggjari vóru sera spennandi, tí alt var nýtt fyri okkum. Alt tók sína tíð. Vit stríddust í fýra tímar at seta fyrstu hurðina í. Til tey, ið ikki vita hvussu leingi tað tekur, at seta eina hurð í, so tekur tað max 30 min, tá ein dugir tað. So var tað eisini tað við fuguni. Vit hugsaðu sjálvandi ikki um, at ein skuldi vera eyka varin við fuguni á einum veggi, ið hevði ein annan lit. Tað lærdu vit í øllum førum av.
Í fyrsta rúminum fingu vit kensluna av, hvussu tað kendist at vera í svøvnog kostundirskoti. Tó høvdu vit sera nógv adrenalin í kroppinum, sum helt okkum koyrandi. Vit hildu, at vit vóru móð í tí fyrsta rúminum. Høvdu vit tá vitað, hvussu nógv strævnari tað bleiv, jú longur vit komu. Onkuntíð er nokk best at vera óvitandi.

Í komandi viku fara Martin og eg í holt við entré/bryggers. Tá taka vit ta djarvastu avgerðina vit tóku allar átta vikurnar.
Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.Sunnvá Dahl Rasmussen
Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.