Hvat er lívið ikki herligt at liva

Hvat er lívið ikki herligt at liva
og á bygd er gleðin stórst
her angar væl úr hjalli – krov sum eru røst
– og deiligt tvøst
hvat er lívið gott á bygd, gott at liva
her eru øll hvør øðrum nær
pláss er fyri mær og tær og fitta Snær

So tak tá hesa reyðu rósu frá mær
og dansa vilt um vál og veg
ta bygdina eg kjósi
alla tíð eg elski teg

Hvat er lívið ikki herligt, mín kæra
tá tú brosar móti mær
sum eitt tekin um at lívið altíð lær
– men hvar er Snar?
og tann dag á ystu strond, bæði fara saman skrásett hond í hond
og tú teskar eymt eg elski teg

So tak tá hesa reyðu rósu frá mær
og dansa vilt um vál og veg
ta kvinnuna eg kjósi
alla tíð eg elski teg

Hvat er lívið ikki herligt at liva tá ið kærleikin er nær
ov vit elska alt og øll og lítla Snar
– sum er ein ær
– tú – góða kæra,
ja, eg veit tú elskar meg
men eg siga skal tær at eg skilji teg
tí at eg elski eisini meg.