Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt

Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og gamalt vinalag?
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og mangan góðan dag?

Fyri mangan góðan dag, ið var
drekk nú eitt glas við mær,
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var.

Fyri mangan góðan dag,
ið var, drekk nú eitt glas við mær,
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var.

Vit runnu upp í brekkurnar,
har blomstur vaks og ber,
men síðan varð mangt sporið tungt
í tíð, sum farin er.

Vit spældu allan dag við skip
og floyttu eftir á,
men leingi vítt og vágvilt
hav ímillum okkum lá.

Her rætti eg tær bróðurhond,
og rætt tú tína mær,
vit bera glas at munni so
og minnast tíð, ið var.