Hvussu fært tú betri inniumhvørvi heima?

Vantandi dagsljós og møblar tætt at vegginum. Møguliga er títt heim ikki innrættað best hóskandi, tá hugsað verður um inniluftina.

Her fært tú 5 góð ráð, hvussu tú kanst betra um inniluftina í tínum heimi

Tað verður sagt, at ein nýtir í miðal 12-16 tímar um samdøgrið inni hjá sær sjálvum. Tí hevur títt heim stóran týdning fyri, hvussu fríska tú kennir teg. Øllum kunnugt, so er tað av stórum týdningi at lufta væl og virðiliga út hvønn dag, og at hava tað reint í heiminum. Tað vísir seg tó, at eitt gott heim við góðum inniumhvørvi hevur við m.a. við ljós, luft og innrætning at gera.

Í hesum sambandi er tað nógv sum ein sjálv(ur) kann gera fyri at fáa eitt sunnari inniumhvørvi. Vit hava í hesum blogginum savnað 5 góð ráð til hetta.

Eitt heim við meira dagsljós, dagsljós í teimum rættu støðunum og á teimum røttu tíðinum á døgninum, gevur tær meira orku. Umhugsa um tú hevur nakrar myrkar krókar í tínum heimi, har loftljós kundi verið ein loysn.

1.   Meira dagsljós

Kanna hvussu tú kanst fáa meira dagsljós inn í hemið hjá tær. Sjálvt um tað sjálvandi er sunnast at vera uttandura, kunnu vit jú ikki vera har alla tíðina. Náttúrligt dagsljós í tínum heimi er týdnikarmikið. Ber tað t. d. til hjá tær at fáa loftvindeygu? Ljós frá loftvindeygu geva tvífalt so nógv ljós sum vanlig vindeygu, tí tey venda ímóti himlinum og ikki havanum ella vegnum. Ber tað til at skifta vindeygu til størri og/ella seta nýggj og fleiri vindeygu í húsið. 

2.   Fá tær vakrar grønar plantur, sum reinsa luftina

Fá tær nógvar plantur til heimið. Grønar plantur eru bæði vakrar og modernaðar at hava, og so gera tær eisini títt heim sunnari. Plantur kunnu nevniliga betra um inniluftina, tí planturnar eru við til at beina fyri partiklum og halda luftina fríska inni.

3. 5 cm kunnu gera stóran mun fyri heimið

Tá ið tú placerar teir stóru møblarnir, mást tú ikki bara hugsa æstetiskt men eisini praktiskt. Her verður serliga hugsað um reingering. Um møblar verða placeraðir 5 cm. frá vegginum, verður tað nógv lættari at  reingera og koma runt við dustsúgvaranum undir sofuni og undir sengurnar. Ger tað eisini lætt at reingerða smá ting á hillunum, royn at heingja so nógv sum gjørligt uppá á veggin, so gólvið í stórsta mun er frítt. Góð reingering er eitt tað týdningarmesta fyri góðum inniumhvørvi.

4.   Fá tær soyaljós

Mong tendra livandi ljós fyri hugnaðin inni, men smáir partiklar frá teimum vanligu stearinljósunum, eru faktisk ein stór kelda til dálking í heiminum. Tíbetur eru fleri líka góðir møguleikar. Keyp ístaðin LED-ljós, oljuljós við plantuolju ella soyaljós. Hesi eru sunnari alternativ til tað vanliga stearinljósið.

5.   Minst til at lufta út

At hava eina góða inniluft, kann kenast sum at vera uttandura á einum góðum degi, meðan vánaligt inniluft kann gera teg sløvan, og í ringasta føri eisini sjúkan. Tí er tað týdnikarmikið, at lufta út, minst 2-3 ferðir um dagin í upptil 10 minuttir hvørja ferð og tað má gjarna vera gjøgnumtrekkur.

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.