Meðan baðirúmið einaferð var rúmið, sum varð nýtt til at gera seg reinan og kláran í, hevur tað í dag fingið ein nýggjan týdning – ella brúk
Meðan baðirúmð einaferð var rúmið, ið varð nýtt til at gera seg reinan og kláran í, hevur tað í dag fingið ein nýggjan týdning – ella brúk. Vælvera og mindfulness (hughygni) er sera týdningarmikið fyri fleiri fólk í dag og tí er baðirúmið eisini blivið til eitt stað, har ið vit fara at slappa av og savna orku í.
Við hesum í huga, kann baðirúmsinnrættingin hava eina stóra ávirkan á, hvussu vit byrja og enda okkara dag. Um rúmið er væl gjøgnumhugsað og planlagt, kann tað gerast eitt stað, sum vit ikki einans nýta til at reinsa okkara kroppar, men eisini eitt stað, har ið vit kunnu reinsa sinnið. Hetta kann vera við til at balansera gerandis-stressið.
1. Hugsa teg um, hvørjir litir tú velur
Liturin, tú velur til baðirúmið, er við til at mynda huglagið inni í baðirúminum.
Sterkir litir sum t.d. brent appelsingult og brent reytt, ið minna okkum um sólina, eru heilt sikkurt við til at stimbra okkara sansir um morgunin.
Tað sama er galdandi við grønum og bláum tónum, ið minna okkum um bløð og havið. Tey skapa eitt friðsælt huglag, sum samstundis gevur okkum eina kenslu av vælveru.
Er man annars meira til eitt evt. hvítt rúm (ella annað), kann man velja at prýða rúmið við tapeti ella farvuríkum prýði og smálutum, ið hava hesar tónar.

2. Investera í natúrligum tilfari
Natúrligt tilfar, sum t.d. texturum og yvirflatur, ið finnast úti í nattúruni, kann vera við til at stimbra positivar kenslur. Træ, marmor, leir, steinur og mynstur við bløðum, skeljum o.a er ein góður háttur at hála nattúruna inn í heimið. Nýt flísar á gólvinum ella vegginum, umframt yvirflatur úr træi ella marmor.

3. Fá tær eitt runt spegl
Stór rund spegl hava verið nógv at sæð innan innrætting í eina tíð. At velja eitt runt spegl, gevur kensluna/illusiónina av rúmd.
Eisini er tað smart at velja eitt spegl við ljósi. Samstundis sum tað er praktiskt, so skapar tað eitt heitt og friðsælt huglag.

4. Vel innventar við formum
Kanningar vísa, at menniskju eru meira bergtikin av formum, enn av vinklum, og hetta hevur tí eina ávirkan á, hvat fyri búnýti vit vit velja, og hvat, ið vit hava rundan um okkum. Við hesum í huga, skalt tú fara eftir teimum við rundum formi ella bleytum kantum, ella vasum, lampum o.ø., ið hevur hetta skapið, soleiðis at tú fært eitt avslappað huglag inni í baðirúminum.

5. Fá tær tvey vask
Um tit hava stór baðirúm og eru nógv fólk í húsinum, er tað eitt gott hugskot at investera í at hava tvey vask. Hetta minkar um stressið um morgunin. Tvey vask gera, at tvey kunnu gera seg klár samstundis, ið síðani ger, at tit hava betri tíð og eru meira avslappað.

6. Vel smartar goymslu-loysnir
Tað er sera umráðandi at halda baðirúmið ruddiligt. Órudd hevur eina sera neiliga ávirkan á okkum, uttan at vit altíð hugsa um tað, men vit føla tað, tá ið vit koma inn í eitt rúm ið er óruddiligt – vit trívast ikki. Hugsa teg tí væl um, hvat fyri slag av goymslu, tú velur at hava inni í baðirúminum. Skuffur undir vaskinum er eitt gott hugskot, tí at har kanst goyma handkløð, vesipappír o.a burtur, so at tú ikki sært tað til dagligt og so er tað lætt at fara eftir. Somuleiðis er við einum høgum smølum skápi við síðuna av vaskinum, ið ikki tekur ov nógv pláss av rúminum. Óansæð hvat tú velur, hav tó ikki óneyðug ting inni í baðirúminum, sum tú annars kanst goyma aðrastaðni.

7. Diffusers/luktilsi/roykilsi
Góðir luktir hava nógv at siga. At koma inn í eitt baðirúm við góðum frískum lukti er eitt tað besta. Investera í einum góðum diffusara, ið frískar luftina í rúminum ella eitt stearinljós við luktilsi, ið ger tað behagiligt at koma inn í baðirúmið. Hetta fær teg í gott lag, eins og tað fær teg at njóta at gera teg kláran um morgunin til nýggja dagin.

8. Fá tær plantur ella blómur inn í rúmið
Uttan at vit hugsa so nógv um tað, so hava plantur og blómur stóra ávirkan á okkara vælveru. Tað gevur okkum eina kenslu av at vera nærri nattúruni, eins og at ein planta kann gera eitthvørt rúm meira áhugavert. Finn tær eina plantu, ið bæði tolir damp og møguliga lítið av ljósi – alt annuppá, hvussu nógv ljós tú fært inn í baðirúmið. Set evt. plantuna við vaskið ella hang hana uppiyvir baðikarinum.

Guðrið Helgadóttir í Gong
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/02/03/gallery-thumbnail/img9309.jpg)
Eg eri 28 ára gomul og búsitandi í Tórshavn. Eg eri útbúgvin Innandura arkitekt úr Manchester School of art, og starvist við ymiskum uppgávum frá at gera gólvplan til innrættan av handli, heimi og øðrum útstillingum, eins og grafiskar uppgávur.
Instagram: gudridigongd