Í gjár, í dag, ja, alla tíð hin sami Jesus er,Hann hjálpir tær, tá ið tú ert í neyð!Tá syndabyrðan tyngir teg Hann kemur tær so nær,tí Hann vil bjarga tær frá synd og deyð. Hann livir, ja, Hann livir, kann aldri doyggja meir, og fyri tær Hann biður til Guð í Himlunum! Ein náðikelda rein og klár Hans krossi rennur frá, so tann, sum trýr, skal lív frá Honum fá’. 2. Hin niðurboygda reisur Hann, hin veiki finnur kraft,hin vónleysi kann syngja sigurssong!Tey blindu síggja, tey deyvu hoyra, hin halti ganga kann,tey prísa vilja Jesus fram um alt! 3. Hann náðigávur býtur út til tann sum einki er,at njóta arvin – sæla Kána’ans land!Har Halgidómsins olja flýtur til tey tómu ker,Guðs eldur setur hjørtuni í brand. Orð og lag: Aage Samuelsen Hjørleif Gaard og Kajfinn Hammer týddu |