Íblástur til brúðarblómutyssir

Brúðarblómutyssið er ein umráðandi siðvenja og samtíðis eisini ein máti har tú kanst leggja tín egna stíl afturat til brúdleypið. Tað kann vera við til at binda brúðarlitirnar saman og fullinna útsjóndina hjá brúðrini. 

Eitt brúðarblómutyssi skal endurspegla stílin, sum brúðurin hevur. Tað skal eisini hóska til brúðarkjólan og temaðið, sum tit hava valt til brúdleypið. Skulu tit giftast úti, t.d. í skóginum ella viðarlundini so er eitt brúðarblómutyssi við villum blómum kanska akkurát tað rætta. 

Skulu tit giftast í einari kirkju við móttøku og veitslu á einum hotelli er tað stílreina betur – t.d. eitt tyssi við tættbundnum rósum. (Tá tað er sagt, er tað í lagið at velja tað øvuta, um tú ynskir. Alt er loyviligt tá tað kemur til stílin á blómubrúðartyssinum hjá brúðurini)  

Sambært gamla siðvenju er tað brúðgómurin, sum skal keypa brúðarblómutyssið og velja blómurnar uttan uppílegging frá brúður og familju. Brúðurin kemur kortini mangan við ynskjum til litir og stødd. Tað er eitt gott hugskot at fáa blómutyssið til at hóska saman við øllum brúdleypinum - Blómuprýði til veitsluna, bringublóman til brúðgómin og brúðargentublómurnar. Hetta gevur eitt gott gjøgnumført dám. 

Klár til at fáa íblástur?  

Tað eru nógvar møguleikar og tað kann skjótt tykjast ørkymlandi at velja.  

Tí hava vit samla 8 ymisk sløg av brúðarblómutyssum, har tú kanst fáa íblástur.

1. Villar blómur  

Hetta slagið av brúðarblómutyssið er fult av blómum. Tað sær út sum eru heintaðar í einum skógi. Tær hava eitt óruddiligt yvirbregði við báðum longum og stuttum blómum og tunnum stelkum, sum eru bundin lætt saman. Tað eru nógvar ymiskar litir. Tað er uttan iva ein nýmótans brúðarblómutyssi stílur. Hetta tyssið við villum blómum hóskar seg frálíka væl til eitt brúdleyp við einum náttúrtemað.

2. Hvítar blómur 

Ein blanding av ymiskum hvítum blómum. Allar blómurnar hava sama hvíta tónan, og kemur  brúðarblómutyssið at síggja fantastiskt út.  

3. Grønt 

Hvør sigur at tað skal vera litríkar blómur í tínum brúðarblómutyssi?  
Við einari grønari samanseting av Eucalyptus, blómandi plantum, trøllakamparót ella enntá luft plantum, kann títt brúðarblómutyssið koma til at síggja nátturligt út.  

4. Pastellitur við einum summar brá 

Tað er sera vakurt við einum blómutyssi, sum er fult av pastellitum og tað passar serstakliga væl til eitt vár ella summarbrúdleyp.  

Tað kann bindast í støddir og snið, men framvegis síggja vakurt út. Sameina neutralar litir og grønt við pastellitum og títt brúðarblómutyssi vil síggja frískligt og vakurt út. Blómurnar, ið passa væl í slíktyssir kunnu t.d verða Paeonia, rósur, leygarurt ella brúðarslør.  

5. Tættbundnar rósur  

Ein vøkur og stílreinur møguleiki, er at fáa gjørt eitt brúðarblómutyssi bert við rósum. Tær bindast tætt saman í eitt runt tyssi, og kann hava okkurt grønt niðast. Rósur kunnu fáast í stórt sæð øllum litum og støddum. Tyssið kann bindast í tað støddina man ynskir. Hetta er eitt sera klassiskt og vakurt brúðarblómutyssi. Lítlir steinar á spjót kunnu setast niður í miðjuni á eini rósu og á hendan hátt fær man eitt glitrut blómutyssi. 

7. Dropin 

Eitt blómutyssi, ið líkist einum dropa er eitt sera vakurt brúðarblómutyssi. Hetta kann vera sera hugfangandi, tá brúðurin gongur oman eftir kirkjugólvinum. Blómutyssið kann fáast í øllum støddum og litum. Hetta kann vera ein samanseting av børkubóndaættini, rósum, liljum og nógvum grønum.  

8. Einfalt 

Eitt brúðarblómutyssi kann eisini vera samansett av einari einfaldari stórari blómu sum ein sólblóma, rósu, protea ella einari dahlia. Hóast rákið seinastu árinin, hevur verið at havt stór blomutyssir, er ikki neyðugt at hava tað. Eitt blómutyssi við einum ella tveimum stelkum gevur øllum ein størri møguleika at síggja flotta brúðarkjólan. Eisini er møguleiki til at vera meira kreativur, so sum at binda eina sloyfu á blomutyssið.  

Óansæð um tú velur eina klassiska, gamaldags ella nýmótans verður títt brúðarblómutyssi fullkomið, so leingi tú ert nøgd við tað.