Hvussu fært tú sum mest burtur úr tínum køki, tá plássið er avmarkað? Hóast plássið er lítið, nýtist tað ikki at sýnast trongligt. Tað er nevniliga nógv tú kanst gera, fyri at fáa pláss fyri køksamboðum í tí lítla køkinum. Her eru nøkur ráð í sambandi við, hvussu tú fært sum mest burtur úr tínum lítla køki.

Ein lítil køkur sum passar til tín tørv
Ein væl eydnaður køkur hevur tað funktionella í lagi og passar samstundis til tíni persónligu ynski. Vit hava øll ymisk ynski um, hvussu okkara køkur skal síggja út, og eisini hvussu hann skal vera at arbeiða í, og tí er tað týdningarmikið, at tú hugsar um, hvørjar ætlanir tú hevur við køkinum og um tað er møguligt at uppfylla hesi ynski í tí plássinum, ið tú hevur. Vilt tú t.d. hava gott borðpláss, ella vilt tú spara tað burtur, og fáa pláss til eina innbygda kaffimaskinu? Tað snýr seg um at taka støðu til tíni ynski og síðani raðfesta eftir teimum.
Tá ið tú hevur avmarkað pláss, er tað meira týdningarmikið at finna kreativar og praktiskar loysnir til køk tín.

Vel tað rætta køkssniðið
Sniðið á lítlum køkum hevur stóran týdning fyri, at tú á bestan hátt kanst brúka plássið, ið tú hevur. Við at velja ein køk sum er tvíliðaður ella eitt einkult síðað køkssnið, fært tú mest burturúr. Vinkulkøkar og u-snið gera tað torført at gagnnýta plássið í hjørninum skilagott, bæði tá tað kemur til borðplássið í horninum, men eisini, tá ið talan er um hornaskáp. Tí er tað eitt gott hugskot, at hugsa seg væl um, hvussu køkssniðið skal verða, um plássið er avmarkað.

Raðfest borðpláss í køkinum
Sum tummilsregla sigur man, at ein lítil køkur skal hava í minsta lagi tríggir metrar av borðplássi, og tá eru vask og kókiplátur íroknað. Tað vil siga, at tú skalt hava minst ein metur, har ið tú hevur frítt pláss at gera mat á. Ovnur á eygnahædd kann taka óneyðugt borðpláss, og tí er tað praktiskari at staðseta ovnin í undirskápið, tí at so kanst tú ístaðin fáa tær yvirskáp til goymslupláss, uttan at missa borðpláss.

Soleiðis fært tú mest goymslupláss
Valið av køkselementum hevur nógv at siga fyri goymsluplássið í lítla køkinum. Betri er at hava undirskuffir ístaðin fyri undirskáp. Hetta fyri at fáa betri yvirlit, og tað gagnnýtir samstundis dýpdina best. Hevur tú høgt upp til loftið, kanst tú gagnnýta lofthæddina við at fáa tær høg skáp, sum koma heilt upp til loftið. Stilla tey tingini sum tú brúkar minst ovast. Tað kann vera ein fyrimunir, at velja tvey smøl skáp, ístaðin fyri eitt breitt, tí at tað er lættari at organisera og gagnnýta plássið á tann hátt.

Vel ein ljósan køk fyri at hann skal sýnast størri
Fyri at fáa lítla køkin at sýnast enn størri, kanst tú velja ein køk og borðplátu við ljósari liti. Ein hvítur køkur er altíð eitt sikkurt val, av tí at hann ikki fer av móta. Nýt heldur myrkari litir í innrættingini, tá ið talan er um hillar, knakar og prýðislutir.

Prei: Fyri at tað skal sýnast enn meir ljóst, lætt og luftigt inni, er eitt gott hugskot at hava ljós gólv, loft og vindeygu.
