
Um flokkin:
Javnaðarflokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur, ið byggir á tey trý týdningarmiklu grundvirðini frælsi, javnrætt og samhaldsfesti. Javnaðarflokkurin ynskir eitt trygt og rættvíst samfelag og ein rættvísan heim uttan fátækt. Ein heim við friði og umhvørvisligari javnvág grundað á burðardygga menning. Ein heim, har menniskju liva í frælsi og javnstøðu og hava avgerandi ávirkan á síni egnu lívsviðurskifti.
Vit ynskja og vilja virka fyri:
- Frælsi frá fátækt og kúgan, og frælsi at menna skapandi evni og møguleikar hins einstaka í felagsskapinum.
- Frælsi staðfestir rættin hjá fólki at vera til, at liva og virka og vera øðrvísi.
- Frælsi er at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og evnum. Men frælsið er bert veruligt, um tað er fyri øll.Javnstøðu fyri øll, soleiðis at øll hava somu møguleikar og skyldur, óansæð sosialan og etniskan uppruna, kyn, átrúnað ella aðra lívssannføring.
- Javnaður er ásannanin um, at øll menniskju hava sama virði.
- Samhaldsfestií sínámillum ábyrgd millum allar borgarar, við menniskju um allan heim og millum ættarliðini.
- Menniskjað í felagsskapinum skapar tað góða samfelagið. Felagsskapurin er fortreytin fyri frælsinum. Tí er tað hugsjónin hjá Javnaðarflokkinum at arbeiða fyri einum samfelag, har tað er pláss fyri øllum.
- Gjøgnum samhaldsfesti skapa vit møguleikan fyri frælsi og javnaði fyri øll. Tað er samhaldsfesti, ið tryggjar, at vit hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og standa saman um virðingina fyri tí einstaka og harvið tað serstaka hjá hvørjum menniskja.
Les meira um Javnaðarflokkin her: www.j.fo/heim