Eg royndi øll boð at halda,
sum Móses á Sinai fekk,
tað hevur so dánt mær eydnast,
tó stundum tað stríggið gekk.
Men boðið at elska øll onnur,
at halda er ikki so lætt,
tí enn kann eg bert elska
ta hálvu mannaætt.
Eg elski alt konufólkið,
men mannfólk eg ei leggi í,
tær elski eg hátt sum meg sjálvan,
ja, hægri til vissa tíð.
Tí haldi eg, Harrin ber yvir,
at eg eri ei fullkomin enn,
tað er ein góð byrjan at elska
túsund milliónir ísenn.