
Navn á eigarum: Rannvá Patursson og Jeannett Hovgaard Djurhuus
Aldur: 30 ár
Børn: Rannvá eigur Karl, ið er 6 ár og Idu, sum er 3 ár. Jeannett eigur Leu, ið er 2 ár og Nannu sum er 1 ár.
Hvat er Kafe Olivia?
Ein perla í miðbýnum til foreldur, mammubólkar, ommur, abbar, systkin, daddir, ja øll tey ið ynskja sær ein góðan og lættan bita, ella bert ein heitan kaffimunn, har barnið samstundis verður stimbra og er serliga vælkomið á gátt. Tó er man eisini vælkomin uttan børn. Tað ið er serstakt við OLIVIA, er møguleikin at nýta eitt serligt innrætta leikurúm til børn. Rúmið inniheldur alt, ið skal til fyri at stimbra børnum, serliga í aldrinum 0-4 ár. Góðir praktiskir karmar til at skifta børnunum eru sjálvandi eisini tøkir.
Hugnaliga umhvørvið bjóðar heilsugóðan og lættan mat til bæði vaksin og børn at njóta í friðarligum, hugnaligum og reinligum umhvørvi. Ein serlig matskrá er sjálvandi til børnini eisini. Vit vita, at man kann gloyma bæði mat og blæður til tey minstu tá man fer heimanifrá. Hetta hava vit sjálvandi eisini til keyps, eins og tað er møguligt at keypa endurnýtslu klæðir fyri ein bíligan penga.





Nær lat hon upp?
Kafe Olivia lat dyrnar upp fyrstuferð hósdagin 15. septembur 2022.
Hvar kom hetta hugskotið til eina slíka kafe?
Vit hava báðar verði í barsil tvær ferðir í part, og hava saknað eitt slíkt stað í Føroyum. Eitt stað, ið hevði fullkomnu karmarnar tá tú fer út á kafe við børnum. Og ikki minst tá man stendur í neyð í miðbýnum, tí barnið er svangt ella er vátt upp eftir øllum rygginum. Tí tað er veruleikin. Tað hendir meir enn so. Jeannett hevur búð í Keypmannahavn, og var í barsil har við fyrsta barninum. Har vóru slíkar kaffistovur, ið hon hevur nýtt ógvuliga nógv.
Hvussu leingi hava tit arbeitt við konseptinum?
Vit høvdu okkara fyrsta fund 25.09.2020 og felagið er stovna 04-05-2021. Hóast vit hava arbeitt málrætta í langa tíð, áðrenn dreymurin gjørdist veruleiki, manglaðu vit bara eitt høli. Vit fóru beint til verka at leita eftir einum høli, ið var passandi til endamálið, men hetta var ikki so lætt sum vit hildu. Tað einasta sum hevur seinkað okkara verkætlan, var júst hetta. Vit høvdu enntá fingrarnar í onkrum hølum, sum ikki bleiv til nakað alíkavæl. Tú kanst ætla at vit í dag, eru glaðar fyri, at tey hølini ikki blivu til nakað. Tað hølið vit hava í dag, var vert at bíða eftir.







Hvat hevur verið størsta forðingin/avbjóðingin við at fáa hugskotið til veruleika?
Heilt víst at finna hølir í býnum ið eru egnað til konseptið, men eisini var prísurin í huga, tá man byrjar sum vit, uttan nakran pening. Hinvegin, so hava ikki verið nógvar forðingar, eftir at vit endiliga fingu undirskrivað okkara leigusáttmála. Vit báðar hava verið eitt sera gott toymi, og duga væl at deila uppgávurnar okkara millum. Eisini hava vit sera ymiskar eginleikar og á hendan hátt hava vit kunna dekkað nógv umráðir sjálvar. Til sjálva umbyggingina, hava vit verið vælsignaðar við góðari familju, sum hava hjálpt okkum á mál. Hetta hevur veri alt avgerðandi fyri okkum.. og pengapungin 😉
Hví valdu tit at brúka Hópfígging?
Vit høvdu ikki sjálvar fígging til hugskotið, men trúðu so nógv uppá at hetta manglaði í Føroyum, at vit royndu okkum á Hópfígging. Eisini fyri at síggja hvat Føroyingar hildu um hugskotið. Og má sigast at tað bleiv væl móttikið á Hópfígging við ógvuliga nógvum stuðli.








Vóru tit yvirraskaðar, at so nógv stuðlaði hugskotinum?
Ja! Tó at vit hava trúð so nógv uppá hetta hugskotið og hava veruliga hildið at hetta manglaði í Føroyum. Men at fáa meir enn 100.000 krónur í stuðli frá Føroya fólki er óverðuligt nú vit hyggja aftur á tað. Heilt fantastiskt. Og tað vilja vit fegnar siga enn einaferð av hjartanum túsund takk fyri. Í hesi gongdini við Hópfígging, ringdu vit runt til nógvar fyritøkur, fyri at spyrja um stuðul. Tó var ikki møguligt hjá øllum at lata peningaligan stuðul, men ymiskt annað. Hetta hevur eisini hjálpt okkum meir, enn vit kundu ynskt.
Hvussu hevur gingist higartil?
Vit hava haft opið eitt sindur yvir ein mánað nú. Móttøkan og undirtøkan hava verið fantastiskt. Vit hava haft ómetaliga nógv fólk á gátt og hava haft ótrúliga nógvir barnavognar standandi uttanfyri. Harafturat hava vit fingið so nógv jaligt og konstruktivt afturljóð. Hetta eru vit sjálvandi sera glaðar um. Vit taka alt til okkum og royna at betra okkum, alt tað vit kunnu. Samstundis læra vit eisini so líðandi, um hvussu vit lættast reka eina slíka kaffistovu. Vit læra allatíð.






Er tað bara ein kafe ella eru aðrir møguleikar?
Vit hava ymisk tiltøk á skránni og fara at hava nógv ymiskt í framtíðini. Hvønn hósdag hava vit bráðfeingishjálp til pinkubørn, ið er sera væl umtókt. Hetta kanst tú tekna teg til sum einstaklingur ella sum bólkur. Skeiðið varðar í ein tíma og børnini eru vælkomin við. Eisini hava vit eftirføðingar yoga og yoga fyri barnakonur. Babymassaga fer at byrja í komandi mánað og í viku 43 høvdu vit kreativa viku har ið man kundi koma at mála leir lutir. Hvør veit? Møguliga okkurt serligt tiltak til jólar sníkir seg framat. Vit leiga eisini hølini út í vikuskiftinum til barnaføðingardag, barnadóp, konfirmatión og tílík tiltøk. Hugskotini eru stór og ætlaninar eru nógvar 😉
Hvørji ráð hava tit til onnur, ið vilja fáa ein dreym til veruleika?
Hoppa út í tað, sum man sigur. Man lærir og mennist allatíð í slíkari tilgongd.






