Gongur tú ein keitúr millum trý og fimm
konteynarar øl og brennivín og timbur skipast inn
so sært tú gamla kalla katt húka á sín stav
skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag
Tá gerst hann aftur ungur sum lossaði hann har
fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar
meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
men tað var aldri fólk sum kalli ið sóu vinningin
Hann minnist mangan kaffimunn og mangan lítlan dramm
í regni millum konteynararnar vinirnir og hann
meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin
Høgir harrar hábærsliga lyfta av sín hatt
heilsa tær og konuni men aldri kalla katt
tí skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina
Ein dagin undir lossing ein stórur kassi datt
og so var eingin tímalønin meir hjá kalla katt
tað er fjálgt at pensjónerast av at gerast sekstifimm
men beikst at missa farmin tí at árar leggjast inn
Kalli gníggjar eyguni og starir út á hav
um skamma stund so skal hann sjálvur sína ferð av stað
:,: summar skútur stevna líka inn í himmalin
og kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin :,: