Kardamummubollar við vaniljukremi

Ein bleytur, søtur kardamummubolli fyltur við vaniljukrem – gerst tað leskiligari?

Byrja við vaniljukreminum

5 dl. Mjólk
5 tsk vaniljusukur
125 g. Sukur
5 stk. Eggjablommir
40 g. Maizena mjøl
50 g. Smør
Evt. Gula fruktarvu

Framferðarháttur, vaniljukrem: umleið 20 stk.

  1. Kóka mjólkina varliga upp, saman við helvtini av sukrinum og vaniljusukrinum.
  2. Blandað retina av sukrinum, maizenamjølið og eggjablommurnar saman.
  3. Blandað eitt sindur av tí heitu mjólkini í eggjablandið, so tað blívur eitt sindur flógvt, og koyr síðani eggjablandið í grýtuna aftur og lat tað aftur koma uppá kók, meðan tú rørir í.
  4. Tak tað síðani av plátuni, og rør smørið í kremið, til kremið er javnt.
  5. Um man vil kann man koyra eitt sindur av gulari fruktfarvu í.
  6. Koyr í eitt ílæt og legg húsarhaldsfilm omanyvir, so filmurin nertir við alla yvirflatuna av kreminum (Hetta, fyri at fyribyrgja at skorpa kemur omaná kremið). Stilla kalt meðan tú gert bolladeiggið.

Bolladeiggið:

30 g. ger
3 dl. Mjólk – flógv
1 egg
700 g. Hveitimjøl
120 g. Sukur
1 tsk. Salt
2 spsk. Kardamummu
100 g. Smør – bleytt, men ikki smeltað

Framferðarháttur, kardamummubollar:

  1. Upploys gerina í flógvu mjólkini, og koyr síðani restina av tilfarinum í og elt deiggið í einar 10 min.
  2. Lat deiggið heva í umleið 30 min.
  3. Deil síðani deiggið í smáir bollar (umleið 60 gr./stk.) og forma teir til rundar bollar. Trýst teir eitt sindur flatar og lat teir so aftur heva í stovuhita til teir eru umleið dubult so stórir.
  4. Tá bollarnir eru liðugt hevaðir, verður vaniljukremið sprøjtað (við sprøjtuposa) niður í hvønn bolla.
  5. Baka síðani bollarnir á 210 gradum (yvir- og undirhita) í uml. 7 min. (ella til teir hava fingið eina ljósabrúna farvu omaná).
  6. Lat bollarnir kólna eitt sindur, og smyr teir síðani við eitt sindur av smeltaðum smørið og dippa teir í sukur.
Image

Birita Olsen

Birita er 30 ár, uppvaksin Undir Gøtueiði og er nú búsitandi í Saltangará. Hon er gift við Búgva V. Olsen og eiga tey bæði tvær døtrar, sum eita Annika & Linnéa. Hon er útbúgvin kondittari, men er í løtuni undir øðrum lesnaði. Birita fær íblástur ymsa staðni frá, bæði frá bloggarum, av heimasíðum, av bindiklubbum og so eisini heimanifrá.