Orð: Hans Andrias Djurhuus
Katrin býr á strondini – og Katrin hon er fitt.
Sunnukvøld í dansinum eg havi hana hitt.
Katrin læar hjartaliga – dansar lætt avstað –
Katrin býr á strondini, og hon er altíð glað.
Katrin eigur ikki jørð og neyvan borð og disk,
strevast við at vaska posar og at turka fisk.
Sólin brennir brúnan kinn og bleikir gula hár,
kagar inn í eyguni, so djúp, so rein og klár.
Situr hon á sandinum so mangan sólskinsdag,
sær hon, hvussu skipini tey sigla sær avstað.
Dúka segl, og blaktra fløgg, og hoyrist mannamál,
Katrin verður droymandi og eym í síni sál.
Tí við einum skipi hennar besti vinur fer.
Sørin millum fiskigarpar royndur maður er.
Kvøldið eitt úr dansinum hann fylgdi henni heim,
mánin reis um fjalltrom og lýsti fyri teim.
Sørin bar fram bønarorð, og Katrin segði: ”Ja.”
”Vilt tú gerast kona mín?” ”Ja, eg vil verða tað.”
Áttu tey so saman eina hugnaliga stund;
og nú hevur Sørin keypt sær við og húsagrund.
Sørin er í Íslandi – í Íslandi er kalt.
Sørin fiskar íslandstosk og leggur hann í salt.
Fýkur fonn um jøkulsrond og skyggir hvítt í líð,
leingist honum hjartaliga eftir siglingstíð.
Katrin býr á strondini, og Katrin hon er glað,
minnist tað, sum Sørin segði síðsta siglingsdag:
”Katrin mín, nú fari eg, tú bíðar eftir mær.”
”Ja, ja, góði Sørin, tú, eg bíði eftir tær.”