
NissuPól er ein vættur, sum hvørt ár kemur á vitjan heima hjá okkum. Hann hevur verið fastur gestur, líka síðani 2015. Onnur børn telja niður til, at opna fyrstu lúkuna í kalendaranum. Okkara drongur telur niður til NissuPól kemur. Allur Novembur máni gongur við spurninginum ”Mamma, nær kemur NissuPól?”. So tit kunnu ikki ætlað, at gleðin er stór, tá tann stóri dagurin so endiliga kemur. Har NissuPól situr á borðinum við síni fínu reyðu sletu, við einum vælkomstbrævið í hondini. Tá NissuPól endiliga er komin, fer drongurin í gongd við, at gera holuna hjá NissuPól klára. Tí NissuPól eigur síni heilt egnu ting. NissuPól býr so í síni holu allan Desembur mánað. Hvønn morgun frá 1. Des. til jólaaftan, hevur NissuPól eitt yvirraskilsi klárt. Tað eru ongar grensur fyri, hvat hann finnur uppá.
Av tí at vit eru flutt, so er plássið ikki tað sama í ár. Vit búgva í eini lítlari íbúð hjá sviger. Men NissuPól er klókur nokk, at finna uppá ráð. Millum annað hevur hann spælt við barberskúmið hjá manninum, roynt at gjørt eina labarint við gløsum og koppum, bjóða vinum (Sum av tilvild eisini búgva hjá okkum) at spæla spøl, spælt handil og eisini hevur hann spælt bilar og koyrt kava á teir.
Tað eru enn heili 16 dagar til jóla, so NissuPól hevur úr at gera, við at finna uppá ráð. So at hann fær tíðina at ganga um náttina, meðan vit onnur sova.

Hvønn morgun kemur NissuPól við eini gávu. Hetta kann lata seg gera, tí enn drongurin er einsamallur. NissuPól keypir bara ting inn, sum hann heldur at drongurin manglar. Viðhvørt er yvirraskilsi í, sum tá hann spældi handil hevði hann keypt handilsvørur inn, tí tíverri blivu handilsvørurnar hjá soninum burtur í flytingini.
Higartil hava tær bestu gávurnar verið ein húgva, handskar, blíantar og elektrisk tannbust. So sjálvt hjá einum forkelaðum 8 ára gomlum smádrongi, er tað ikki prísurin, sum telur. Hann er glaður, bert ein gáva er í kalendaranum. Í vikuskftinum eru gávurnar eitt sindur dýrari, enn gerandisdagarnar.
Tað besta við NissuPól, út frá sjónarvinklinum á dronginum, er brævið, sum NissuPól skrivar hvønn einasta morgun. NissuPól dugur sera væl at skriva brøv, hann dugur væl at fangað áhugan hjá dronginum.

Brøvini hava eisini til endamáls, at bjóða dronginum av. Eisini koma góð ráð við í brævinum, so at drongurin sær, at hann ikki er einsamallur um, at hava tað eitt sindur strævið við hvørt. Av tí, at NissuPól er ein jólavættur og tað er Desembur máni, so er eisini ymiskt jólaligt á skránni. So sum at pynta til jóla, gera jólapynt, bakað smákakur, og ymiskir jólaaktivitetir.
Hóast drongurin er 8 ára gamal, so trýr hann fult og fast uppá, at NissuPól verður livandi hvørja nátt. Spurningar, sum ”Mamma hvussu ber tað til, at ein bamsa kann blíva livandi um náttina? ” Og ”heldur tú, at NissuPól er veruligur?” eru komnir í ár. Men har er svarið stutt og greitt ”Hvat heldur tú sjálvur?” svarið hevur verið hvørjaferð ” Eg haldi, at NissuPól er livandi um náttina”. Tá barnatrúgvin ikki er har longur, ja so takað vit tað prátið upp. Men nú í løtuni, hugni eg mær hvønn morgun, við at stákast við dagsins Nissupól. Tí hvør veit, næsta ár eigi eg møguliga ein drong, sum veit, at NissuPól er ongin annar enn mamma hansara.

Beinta V. S. Hentze
Beinta er fødd og uppvaksin í Havn, men er búsitandi á Sandi. Hon er gift og tey eiga ein son saman. Tá sonurin var lítil, upprættaði hon ein blogg á Facebook og Instragram. Har bloggaði hon í nøkur ár. Áhugin fyri at skriva sum heild, hevur altíð verið til staðar. Áhugin fyri innrætting kom, tá tey fingu egna hús. Tá sá hon at Hús og Heim leitaði eftir bloggarum og hon skundaði sær at søkja, og var so heldig at fáa játtandi svar. Til dagligt skrivar hon heimanifrá vegna pínu í rygginum. Hennara áhugamál eru familjan, hennara hundar, skriving, innrætting matgerð, vinir, gongutúrar og so elskar hon eisini at vera kreativ uppá nógvar ymiskar mátar. Hon dámar sera væl endurnýtslu, bæði til innrætting, shopping og at vera kreativ.