Áðrenn flutt var inn í húsini, skuldi alt gerast av nýggjum – alt tað gamla skuldi út – frá loft til gólv. Her sæst hvussu køkurin bleiv gjørdur um til ein vakran nýmótans køk. Nýggi køkurin er frá Eikini og er ein KVIK Køkur.
Áðrenn
Áðrenn flutt var inn í húsini
Aftaná
Eftir umbyggingina
– Íblásturin er frá Karis & Osvald P. Hansen

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.