Land of hope and glory

Brúðarpari

Xxxxx & xxxxxx

Lag: Land of hope and glory

Piano – Syngið við stíli

Forte – Andið djúpt og syngið harðari

Riten – Tempo eitt sindur niður 

Brúdleypsklokkurnar ringja,

vit eru komin til fest,

og nú vilja vit syngja

kvøðu frá gesti til vert.

Sita bæði so fegin,

vøkur tey eru at sjá,

lýsir av andliti gleðin, 

eymt er hvørt eygnabrá.

Pari XXXX & XXXXX

tey halda brúdleyp í dag.

Vit tykkum ynskja av hjarta

eydnu á tykkara ferð,

vóna at framtíðin bjarta

ríku gleðina ber.

Varið væl um hvørt annað

hjúnabandinum í

tí tá skulu tit sanna,

lagnan gert ty – kkum blíð.

Góðu XXXX & XXXXX

Vit halda brúdleyp í dag.

Millumspæl

Vit fara upp á stólin, taka fløggini úr posanum og royna floyturnar. Larmið!!!

Gerið klárt til eina ordiliga larmandi finalu!!!

Veitrið við fløggunum og syngið HART!!!

Forrtissimo

Lat okkum hoyra hvør klárar

teir høgu tónarnar!

Tenorar og sopranar, koyrið nú á!! 

Kom nú, latið oss heiðra!

Kom nú, syngið øll við!

Kom nú, lat okkum feiðra

Parið við okkar’ lið.

Syng nú við, so tey minnast

Aftur á hendan dag!

Lat okkum ynskja tillukku!

Ró – pið eitt trífalt hur – rá!

Fyri XXXX & XXXX

Tey halda brúdleyp í dag.

Klappið, blásið í floytur, brestið posarnar. LARMI!!

Veittrið við fløggunum og rópið eitt trífalt HURRÁ!!