Legg títt lív til rættis – 5 sekund reglan

partur 1

Eg komi at skriva nakrar partar um týdningin av at leggja tær lívið til rættis við nøkrum prei.
Hesin bloggurin kemur kanska eitt sindur ov brátt út alment, av tí vit júst eru komin inn í
desembur og vit hava ivaleyst ikki tíð at hugsa um hesi tingini fyrrenn jólini eru av. Ella kemur
hetta væl við hjá nógvum, nemliga tí at jólaresið er áveg og vit kundu nýtt nøkur av amboðunum
frá hesari blogg røðini.

5 sekund reglan
Eg minnist í 2016, tá eg búði í London og eg fekk ikki meg sjálva at koma í gongd við alt tað eg
hevði í høvdinum. Øll hugskotini, ið eg hevði skrivað niður í fleiri lummabøkur sóu ikki dagsins
ljós, tí eg var serfrøðingur í at útseta. Brádliga kom eg fram á eina kvinnu, sum eitur Mel
Robbins. Alt hon tosaði um rakti plett! “Alt ið tú ynskir at gera, ið krevur eitt sindur av dirvi ella
orku, fert tú aldrin at hava hug til.” Hon kom við tí øra hugskotinum, at vit bert hava 5 sekund at
handla út frá tankanum vit hava.


5-4-3-2-1
Hetta var eitt løgið hugtak, men eg royndi tað og tað riggaði! Hvørjaferð eg ynskti at fara í gongd
við nakað, gav eg mær onga tíð at hugsa meg sjálva burturúr tí. Eg taldi 5-4-3 avstað!
Hetta er eitt sera einfalt, men effektivt amboð.
Tað er umráðandi at telja niðureftir og ikki uppeftir, tí at heilin hevur hug at halda áfram at telja
uppeftir. Tá talt verður niðureftir og tú flytir teg kropsliga (letur teg í skógvarnar, reisir teg, osfr.),
handlar tú automatiskt. Hetta er eisini galdandi, um tú ynskir at siga okkurt hart. Ofta ynskja vit
at siga okkurt, men velja heldur at vera still, tí vit lata hasi fimm sekundini fara forbí.


Motivatón er nakað tvætl
Í sálarfrøði er tað eitt umráðandi hugtak, ið eg hevði ynskt øll vistu um. Sálarfrøðingurin Julian
Rotter fann fram til hugtakið “locus of control”. Í stuttum fevnir hetta um at jú meira tú trýrt, at tú
ert tann, ið stýrir og hevur ræði á hvat tú gert, hvør tú ert og tínari framtíð, jú meira fært tú burtur
úr bæði av nøgdsemi og tí tú setur tær fyri. Tað ið økir um hendan tankan er at halda áfram at
handla og at flyta teg (ikki bara kropsliga, men ígjøgnum lívi).


“Motivatión” (altso íblástur) er nakað tvætl, um vit bert lýta á hana eina. Tað “at finna sær
íblástur” er ein myta, um tað stendur einsamalt. Íblásturin er har aldrin tá tær tørvar hann og tað
nyttar ikki at leggja títt álit á “íblásturin”. Hann er ein kensla og vit vita, at kenslur ferðast upp og
niður allatíð. Tú fert aldrin at hava HUG at gera nakað, ið trýstir teg eitt sindur. Hetta er eisini
orsøkin til, at vit fella fyri “quick fix” vørum. Vit ynskja, at tað skal vera so lætt og skjótt sum
møguligt. Men vit hava funnið útav, at hvørjaferð vit royna eina “quick fix” loysn, er tað
miseydnast, ella hvussu?
Royn 5 sekund regluna í løtunum tú veist at tú ikki hevur hug til tað.

Góða eydnu!
Nú ber til at bíleggja kalendaran “Ein Dag í Senn” á www.eindagisenn.com og fáa hann sendan
til dyrnar.

Mona

Mona Breckmann Wescott

Mona Breckmann Wescott er sálarfrøðilesandi og sjálvstøðug vinnurekandi. Hon er búsitandi í Føroyum saman við manni sínum og einari dóttir. Mona hevur rikið fyritøkuna Mona Fitness og Mona Solo seinastu seks árini, har hon hevur vegleitt yvir 1000 kundum ígjøgnum persónliga venjing og lívsstílsbroyting.

Monu dámar væl íverksetan, marknaðarføring, nýggj hugskot og alt sum hevur nakað við menning av sálarliga- og likamligaheilsu at gera.