Dámar børnunum væl Lego, so er her íblástur til hvussu tú lætt kanst gera fittar Lego-koppakøkur
Dámar tínum børnum væl Lego, ja so kemur her íblástur til, hvussu tú lætt kann gera nakrar fittar Lego-koppakøkur, ið Legoglaða barnið heilt sikkurt fer at elska.
Tað fyrsta tú skal hava fatur á, er ein formur at gera Legomenn við til koppakøkur.
Eg bílegði mínar av ebay.
Mínir formar eru av silikon, ið ger tað lætt at fáa teir lidnu Legomenninar úr forminum.
Legomenninir kunnu gerast úr smeltaðum gummibamsum og litaðari sjokolátu, eins og mínir, ella teir kunnu gerast av jello pakkum, ið fáast í flestu marvøruhandlum.
Byrjað verður við Legomonnunum.
Gummibamsu Legomenninir mugu gerast ein ella fleiri dagar frammanundan, av tí at teir skulu standa í kuldaskápinum í nakrar tímar og helst náttina yvir.
Eg byrji við at deila bamsurnar upp eftir liti. Síðani smelti eg hvønn lit fyri seg í grýtu saman við einum lítlum ”sjatti” av vatni.

Tá tað er smeltað, koyri eg umleið 2 gelatinubløð í grýtuna. Mongdin av gelatinubløðum veldst sjálvandi um mongdina av gummibamsum, man velur at brúka. Gelatinubløðini skulu liggja í vatni í 10 minuttir. Síðani kroystur man vætuna úr teimum og til síðst niður í grýtuna saman við smeltaðu bamsunum.
Tá alt er smeltað saman, stoyti eg flótandi massan yvir í formarnar.
So skulu teir í kuldaskápið í nakrar tímar til teir eru stívnaðir og helst náttina yvir.
Tá Legomenninir eru klárir, geri eg koppakøkur, har eg havi brúkt mína yndis koppakøku uppskrift úr Mickey’s kogebog, ið eg havi brúkt síðan eg var lítil smágenta.
Eg brúki lítlar koppakøkuformar keyptir frá bakstur.fo, tí teir eru so deiliga fittligir og passa væl til støddina á Legomonnunum.
Síðani geri eg eitt hvítt sjokolátasmørkrem, ið eg sproyti á.
Eg taki so Legomenninar úr forminum og leggi teir omaná køkurnar.
Tað ber væl til at gera Legomenninar nakrar dagar frammanundan, soleiðis at tú hevur fleiri. Bæði teir úr gummibamsum og teir úr sjokolátu.
Sjokolátu Legomenninar havi eg gjørt úr hvítari Callebaut sjokolátu, ið eg havi tempererað og litað við pulvurfarvu og sjokolátafarvu, eisini keypt frá bakstur.fo.
Soleiðis, nú hevur tú smáar koppakøkur við gummibamsu- og sjokolátalegomonnum.
Legokubbanir, ið síggjast á myndini eru gjørdir eins og Legomenninar. Mannagongdin er tískil tann sama sum við Legomonnunum.

Sóley Dimon
Sóley er 30 ára gomul, býr í Trongisvági saman við sjeikinum og saman hava tey tveir synir. Hon eri útbúgvin námsfrøðingur og starviast í barnagarðinum Mýrifípan. Henni dámar sera væl at vera kreativ og baka. Bakiáhugin stavar helst frá pápa, abba og langabbanum, ið allir vóru kondittarir.