Úrslitið bleiv ein Legomaður gjørdur úr gularótskøku.
Tað er stuttligt, onkuntíð at gera eitt sindur eyka burtur úr føðingardagskøkuni til barnaføðingardagin og tað nýtist ikki at vera so torført. Finn útav, hvussu barnið hjá tær ynskir, at køkan skal síggja út og brúka so hesa uppskriftina. Hon er bæði løtt at gera og løtt at forma til ymiskir figurar, skap og snið.
Tá sonurin fylti 3 ár, ynskti hann sær ein Legokøku. Mamman mátti sostatt í kreativa hornið, fyri at hansara ynski kundi ganga út. Úrslitið bleiv ein legomaður gjørdur úr gularótskøku. Valið fall á gularótskøku, tí flest børn dáma væl gularótskøku og tí hon er so einføld at gera.
Eg byrjaði við at baka ein gularótskøku í einum formi, ið var 26 x 36 cm.

Uppskrift gularótskøka
450 g farin
3 dl olju
6 egg
400 g mjøl
3 tsk bakipulvur
½ tsk salt
1,5 tsk natron
3 tsk kanel
1 tsk vaniljusukur
525 g gularøtur
Mannagongd
Tendra ovnin á 175 stig. Píska farin og oljuna saman. Píska síðani eitt egg í ísenn. So pískar tú mjøl, bakipulvur, salt, natron, kanel og vaniljusukur saman við. Flisa og rív gularøturnar og rør tær í deiggið.
Køkan skal bakast uml. 40 – 45 min á 175 stigum.
Síðani lat eg køkuna kølna, soleiðis at eg kundi skera hana út til Legomannin, ið eg hevði teknað á bakipapír. Myndina av Legomanninum hevði eg funnið á netinum og síðani teknað hann á bakipapír og klipt hann út, men tað ber eisini til bert at printa myndina út og síðani klippa papírið út og brúka tað at skera eftir.
Tá eg hevði skorið køkuna út, gjørdi eg kremið til kakuna. Kremið er vanligt gularótskøkukrem, ið eg havi lita við pastafarvum – https://bakstur.fo/products/colouring-gel-14g

Uppskrift krem
150 g smør
250 g rómaost naturel
280 g flormelis
1,5 tsk vaniljusukur
Eftir at hava smurt kremið á køkuna, outlinaði eg Legomannin við sjokolátu, soleiðis at hann bleiv meira týðiligur. Sonurin var sera fegin fyri hansara Legomann og eftir var bert at njóta eitt stykki av gularótslegomanninum.

Sum sagt, so kann hendan uppskriftin brúkast til at gera alskyns snið, skap og figurar, bert hugflogið setur mørk. Her eru dømir uppá aðrar figurar, eg havi gjørt við somu uppskrift.

Sóley Dimon
Sóley er 30 ára gomul, býr í Trongisvági saman við sjeikinum og saman hava tey tveir synir. Hon eri útbúgvin námsfrøðingur og starviast í barnagarðinum Mýrifípan. Henni dámar sera væl at vera kreativ og baka. Bakiáhugin stavar helst frá pápa, abba og langabbanum, ið allir vóru kondittarir.