Leita væl

Onki gott er meira gott
enn viljin til at vilja gott
eingin gerð kann virðast meir
enn meiningin við somu gerð

So standi eg her, altíð á ferð
gjøgnum tíðarinnar hav
lívið eitt val, hvat ið tú skal
ella høvdi undir kav

Leita væl og leita leingi
skalt tú finna evsta svar
gerðin gjørd hon sigur meir
enn orð og tankar víða hvar

Tí tað sum tú ert, er tað sum tú gert
tað er líka vítt sum sítt
hava vit skil, eru vit til
okkar sýnið púra frítt

– Alt sum vit stríðast í hvør sínum lag
vit vilja øll sama veg
móti hægsti tindum – eydnurík, glað
kenna meining og frið og sjálvan seg

Spyr ei hvat í onnur meina
tú skalt brúka lívið til
tak tó hesa støðu eina
um tú tær sjálvum ráða vil

So stendur tú her, altíð á ferð
gjøgnum tíðarinnnar hav
lívið eitt val, hvat ið tú skal
ella høvdið undir kav.