Gularøtur eru sunnar fyri likamið, køkur eru eisini gott fyri sinnið. Hendan samanseting gevur tær nógva orku og gleði! Her fær tú uppskriftina uppá gularótakøku við rómaostglasuri og karamelliseraðum valnøtum
Fyrireikingartíð: 30 min.
Tilgertíð: 40 min.
Tíð í alt: 1 t og 10 min.
Til 12 persónar.
Tilfar:
300 gram rørsukur
200 gram bleytt smør
4 egg
275 gram hveitimjøl
2 tsk. kanel
1 stk. bakipulvur
½ tsk. natron
1 nip salt
350 gram gularøtur
1 springformur, umleið 24 cm í tvørmál.
Rómaostaglasur:
200 gram rómaost
120 gram bleytt smør
180 gram flormelis
2 stk. vaniljusukur
Valnøtir:
50 gram valnøtir
3 spk. ahornsiroppur
Mannagongd:
Tað fyrsta tú gert er at tendra ovnin á 175°. Síðani píska rørsukur og smør saman við einum elpískara. Píska egg í, eitt í senn, til tilfarið er luftigt. Píska mjøl, kanel, bakipulvur, natron og salt í. Flisa og rív gularøturnar, og rør tær síðani í deiggið. Klæða botnin av springforminum við bakipappír. Koyr deiggið í formin og baka køkuna í umleið 40 min. Kanna við einum knívspídsi, at køkan er bakað ígjøgnum. Lat gularøtakøkuna køla heilt av.
Næsta tú gert er tær karamelliseraðu valnøtirnar. Rista valnøturnar á eini pannu, til tær byrja at anga. Stoyt ahornsiropp yvir valnøtirnar. Køla nøturnar av á einum stykki bakipappíri.
Seinasta tú gert er rómaostaglasurið. Píska alt tilfarið saman, til glasurið er lætt og kremut. Fordeil tað yvir tí avkølaðu køkuna og prýða við teimum karamelliseraðu valnøtunum.
Vælgagnist:)

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.
Les eisini

Sambandsflokkurin er trygdin fyri einum sterkum ríkisfelagsskapi

Tá húsakeypið verður ein marra – 2. partur

Vel røttu sofuna
