Lekkurt sunt ingiferskot

Hetta hjálpir nógv uppá imunvejuna so tú ikki fær líka lætt krím ella blívur forkølaður

Hendan uppskriftin er uppá ingiferskot. Hetta havi eg sjálv gjørt gjøgnum nógv ár. 
Hetta hjálpir sera nógv uppá imunvejuna so tú ikki fært so lætt krím ella blívur forkølaður.
Tá vit búgva í Føroyum, her tað er sera kalt, og lætt at blíva sjúk/ur, so er tað gott at gera alt fyri at halda seg sunnan og tað hjálpir hesin drykkur uppá.

Tilfar:

2 pakkar av ingifer
3 stk. av gurkumeia 
2 stk. sitrónur
2 súpiskeiðir av hunangi
3 litrar av vatni

Mannagongd:

Byrja við at skrella ingifer og gurkumeia við einari skeið (sí mynd).

Gurkumeia smittar sera nógv av sær, so tað er smart at fara í einar handskar, so tú ikki fært farvu á hendurnar.

Sker síðani ingiferið, gurkumeia og sitrónina í smáar bitar.

Koyr síðani 3 litrar av vatni í grýtuna og bitarnar av ingifer, gurkumeia og sitrónina.

Síðandi setur tú grýtuna á kók.

Lat kóka í 1 tíma og rør í av og á.

Tá liðugt er at kóka, bíða í umleið 15 minuttir til tú rørur hunangin í.

Aftaná, lat standa í køliskápinum til morgunin eftir.

Næsta dagin sílar tú ingifer, gurkumeia og sitróninar úr og koyrir vatuna í krukkurnar.

So er klárt til at fáa eitt skot av ingifer tær næstu vikurnar.

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.