Lekkurt sunt salat

Lekkurt sunt salat – perfekt til miðmála 

Her er ein uppskrift uppá eitt sera vælsmakkandi sunt salat. Hetta er eisini praktist at taka við í ein matpakka. Ístaðin fyri eitt turt breyð við pylsu, kanst tú her gera lekkurt salat. 

Uppskriftin er til 4 fólk. 

Tilfar: 

200 gram av fullkorns pastaskrúvum
400 gram av høsnarhungabringu
1 súpuskeið av olju
1 pakka av Wokblanding (fryst)
3 súpuskeiðir av grønari pesto
Salt & pipar

Mannagongd: 
Tú byrjar við at kóka pastaði í einari stórari grýtu uttan lok. Tú skalt kóka tað í 2 litrum av vatni og 1 teskeið av salti. Rør í av og á og lat tað kóka í umleið 15 minuttir. Tá pastaði er kóka stoyt í eina sílu.

Síðani skerur tú høsnarhungabringuna í smærrið bitar og steik teir síðani á einari pannu saman við olju í nakrar minuttir. Aftaná hetta kóka so wokblandingina og tá hon er kóka blanda tað saman við høsnarhungabringuni, pastaskrúvunum og 3 teskeiðum av pesto. Smakka til við salt og pipari. 

Vælgagnist:) 

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.