Sildarok í Singapore,
rukkulív í London town,
einki samanberast kann
við leygarkvøld í Havn.
Lat teg í tín besta jakka
og tín bummulls-vest,
nú skulu vit í býin,
nú skal tað vera fest.
Gloym bert tínar hjartasorgir
og títt undirbit,
vit skulu mála býin reyðan –
Havnin skifta lit.
Busta allar tínar tenn
og cowboy-styvlarnar,
so skalt tú síggjast millum menn,
tær eingin kemur nær.
Kom við mær á Káta hornið,
kvøldarprát og grin,
náttin gongur móti morgni,
reypa, dansa og syng.
Gongulag í gongugøtu
mangan tykist tungt,
tó eftir hesa megnarløtu,
vit halda lagið ungt.