Hvat kann vera betri enn lukturin av nýbakaðum bollum og leskiligum marineraðum kjøti? Í hesum bloggi kanst tú taka eina leskiliga høsnarungaburgara uppskrift niður, sum er sera hóskandi til familjusavnan, bindiklubba ella til eitt hugnakvøld við vinfólkum.
Dámar tær at gera heilsugóðan og mettandi mat, sum sær innbjóðandi út? Ella at spara nakrar 100 krónur við at gera matin sjálv/ur, heldur enn at keypa úti frá, so kanst tú gera tað við okkara uppskrift her:
Við hesi uppskrift fært tú okkurt bæði fyri eyguni, nøsuna og búkin.
Hóast uppskriftin bæði krevur baking og steiking, og kann virka eitt sindur langdrigin, so kann stórsti parturin av uppskriftin gerast dagin fyri. Tær nýtist ikki at streingja teg tann dagin gestirnir koma; tí bæði karrydressingurin og tann marineraði høsnarungin kunnu gerast dagin fyri. Høsnarungin skal bert steikjast beint áðrenn máltíðina. Burgarabollarnir kunnu eisini gerast í góðari tíð og frystast. Tó haldi eg sjálv, um tíðin røkkur, so er tað leskiligast at baka burgarbollarnar beint áðrenn máltíðina.
Uppskriftin
Mongd: 8 stórir høsnarungaburgarar
8 stórir burgarabollar
75 g. smør
4,5 dl. mjólk
40 g. ger
3 egg
1,5 spsk. sukur
2 tsk. groft salt
975 g. mjøl
Eina hakkaða purleyksplantu
Smelta smørið í eini grýtu og koyr mjólkina í. Rør gerina út í tað flógvu smør,- og mjólkablandingina. Koyr restina av tilfarinum í og elt deiggið. Set deiggið at ganga í 1 tíma á flógvum stað. Tá deiggið er liðugt at ganga, verður tað formað til 8 stórar bollar. Legg bakipappír á bakarovnsplátuna og set bollarnar á at ganga í 30 min. aftrat. Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum í uml. 15 min.
Karrydressing
2 leykir
2 spsk. karry
1 tsk. spíðskumman
3 tsk. hunang
10 spsk. súrróma 18%
2 spsk. majones
Hakka leykin og steik hann saman við karry og spíðskumman. Rør hunangin í. Køl blandingina og vend jogurt og majones í og smakka til.
Marinerað høsnarungabringa
4 høsnarungabringur
Marinada
9 spsk. olivinolju
9 spsk. soya
6 spsk. sitrón saft
3 tsk. farin
3 fet av hakkaðum hvítleyki
3 tsk. timian
Sker høsnarungabringurnar í smá stykkir. Síðani verður olivinoljan, soya, sitrónsaft, farin, tann hakkaði hvítleykurin og timian rørt saman og stoytt omaná høsnarungabringuna, sum síðani verður stillað inn í køliskápið í minst 2 tímar.
høsnarungabitarnir verða steiktir á pannuni saman við marinaduni.
(Til ber at marinera høsnarungan dagin fyri)
Onnur fylla
2 pakkar á 125 g. av steiktum fleska flísum.
Tomatir og agurk skorið í skivur og grønt salat
Tá alt er klárt, verða teir nýbakaðu burgarabollarnar skornir í helvt og fyltir við karrydressingi, steiktum fleski, skornum grønmeti og tí marineraða høsnarungabringuni.
Væl gagnist!
