Leypur úr Føroyum við í innrættingini -6 Partur

Áðrenn vit komu til Silkeborg fingu vit at vita, at vit kundu hava eitt persónligt ting við okkum. Vit valdu leypin, ið eg havi fingið frá ommu og abba mínum

Áðrenn farið verður í holt við tað stóra rúmið, ið fevnir um køk, stovu og spísistovu, fara vit í holt við tey síðstu tvey kømrini. Vit valdu at innrætta tey sum eitt gestakamar og eitt kontór. Vit skulu innrætta tvey rúm uppá fimm dagar, ið er eins leingi sum vit høvdu til ta eina kamarið. Um vit vera so heppin at vinna húsini, verða hesi kømrini nokk einaferð umløgd til barnakømur.

Les eisini:

Partur 1At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit vitað tað bleiv so strævi
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum
Partur 4: Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera
5 Partur: Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss

Av tí, at vit ikki hava vunnið nakað rúm enn, byrjar peningurin at blíva uppi. Vit hava frammanundan roknað út hvussu nógvan pening, vit kunnu nýta í hvørjum rúmi, og hiðartil hava vit nýtt fleiri pengar, enn vit ætlaðu. Tí handlaði tað nógv um at spara í hesum báðum rúmunum. Vit høvdu áleið 20.000 krónur at nýta til bæði rúmini.

Vit ynsktu at halda fram við tí grøna gólvinum, ið vit høvdu í sovikamarinum. Vit fingu tó at vita, at gólvið ikki náddi at koma fram áðrenn teir fimm dagarnir vóru farnir, og vit máttu tí fara aðrar leiðir. Vit valdu at keypa eitt blátt gólv ístaðin. Vit hava grasið í sovikamarinum, klettarnar í gongini og tað bláa gólvið á kontórinum og gestakamarinum kundi í hesum førum ímynda havið.

Vit ynsktu at hava nógv goymslupláss á kontórinum og í gestakamarinum. Vit hugsaðu um goymslu í øllum rúmunum, tí tað er neyðugt í einum húsarhaldi. Tað er sera lætt at verða drigin at ymiskum, ið er vakurt ella nýmótans, men sum ikki er sannroyndarligt í einum vanligum heimi. Tað var týdningarmikið fyri okkum at innrætta húsini, so tey vóru klár til okkum at flyta inn í, um vit gerast so heppin at vinna tey. Tað klædnaskápið, vit hava í sovikamarinum er alt ov lítið til klæðini hjá Martini og mær. Tí varð tað sjálvsagt, at fáa eitt stórt klædnaskáp inn í gestakamarið.

Vit keyptu eitt brúkt IKEA skáp, sum vit málaðu og innbygdu. Vit bygdu plátir rundan um skápið soleiðis, at tað var ájavnt við veggin. Av tí, at vit skuldu spara, keyptu vit eina daybed í røttum mátum soleiðis, at hon eisini kundu nýtast til eina song. Tað varð eisini við til, at gestakamarið fekk eitt slag av walk-in look. Høvdu vit vunnið húsið, høvdu vit heilt víst skift daybed’ina út við eina dupulta song. Vindeyguni, ið vit høvdu á vegginum í gestakamarinum vóru nøkur, ið vit høvdu keypt til baðirúmið, men ikki fingu nýtt og vit hildu, at tað var synd, um tey fóru í skell. Eg pussaði og málaði vindeyguni, og síðan vórðu tey nýtt sum veggprýði. Tankin varð, at vit seinni kunnu koyra myndir í rútarnar.

Á kontórinum bygdu vit eina innbygda bókahill í sama liti sum gólvið. Á tann hátt fingu vit tað at tykjast sum, at tað var hægri upp til loftið. Vit valdu at hava restina av rúminum hvítt.

Áðrenn vit komu til Silkeborg fingu vit at vita, at vit kundu hava eitt persónligt ting við okkum. Vit valdu leypin, ið eg havi fingið frá ommu og abba mínum. Leypurin, er tann, ið abbi mín nýtti at bera torv í, tá hann var ungur, og tí hevur leypurin sera nógva søgu. Sjálv haldi eg, at leypar eru sera hugtakandi, og ímyndar Føroyar sera væl. Á kontórinum innrættaðu vit eitt bindi horn, har leypurin spældi sín leiklut.

Vit kláraðu næstan at halda okkum innanfyri tær 20.000 krónur. Vit brúktu beint yvir 21.000 krónur í alt. Tvey sera spennandi rúm at innrætta.

Image

Sunnvá Dahl Rasmussen

Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.
Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.