

Ostakaka er ein av mínum yndiskøkum, tí at man kann gera kakuna alt eftir hvat ein hevur hug til. Tað er eisini tí, hetta er tann kakan eg havi eksperimenterað mest við. Har er tann vanligi keksabotnurin ella kann man baka ein botn sjálv, t.d. ein sjokuláta botn. Tað ber til at hava eina súrliga ostafyllu ella eina søta ostafyllu. Har kann pyntast á toppinum ella bara eitt vanligt gele lag.
Køkan kann samansetast við júst tí ein mungar eftir ella við teimum ráðvørunum sum eru frammi júst tá. Við øðrum orðum: Køkan kann vera í óteljandi samansetingum við tínum yndis smakkum.
Sjálvt um mær dámar væl tað søta, kunnu køkur væl gerast ov søtar. Tá er hendan limeostakakan eitt gott væl, sjálvt um her er søtt í kakuni, so skapar limesmakkurin ein sera góðan javnvág millum tað søta og súra.

Tilfar til botnin:
Botnurin er ein keksabotnur við einum tvisti:
200 gram digestive keks
125 gram smeltað smør
50 gram flustar og hakkaðar mandlur
50 gram hvíta sjokulátu (eg brúki Callebaut W2 í knappum)
Kakuplast (Er við til at gera ein penan kant og heldur fylluni uppá pláss)

Tilfar til ostafylluna:
7 ørk husblas
1 súrróma 18%
1 súrróma 36%
1 philadelphia naturel (ikki light)
100 gram flormelis
2 tsk vaniljusukur
5 dl róma
1 dl limesaft (uml. 4 lime)
1 tsk rivið limeskal (frá vistfrøðiligari lime)
Pynt:
Man kann pynta eina kaku uppá nógvar mátar. Sjálv dámar mær væl at spæla við at gera ymiskt pynt sjálv og so ELSKI eg krymmil. Niðanfyri er nakað av tí pyntinum, mær dámar væl at brúka.
Krystalliserað hvít sjokoláta
Marengs
Korallir/tuilles
Glucosu tuilles
Krymmil
Arbeiðsháttur:
Nú tú hevur funnið alt fram, ið skal brúkast, fara vit ígongd. Fyrst er umráðandi at taka alt tilfarið til ostafylluna úr køliskápinum so hetta fær stovuhita.
Botnur:
Knús digestive keks og blanda við smøri, sjokulátu og mandlum. Set ein kakuring á 24 cm á fatið, sum tú ynskir at borðreiða kakuna á og trýst massan væl út. Klipp kakuplast í røttu longd og klæð innaru síðuna á kakuringinum við hesum.

Ostafyllan:
Finn tveir 2 bollar fram. Ein til róman og ein til restina av tilfarinum.

– Legg husblas í kalt vatni í uml. 20 min.
– Pressa limesaft og rív skalið.
– Smelta hvítu sjokolátu, antin yvir vatnbað ella í mikrobylgjuovni og lat kólna eitt sindur – skal tó vera flótandi.
Bolli 1:
Píska súrróma, róma ost, flormelis, vaniljusukur og koyr síðani smeltaðu sjokolátuna í. Her er umráðandi at tað sjokolátan ikki er ov heit tá hon verður latin í ostafylluna, tí annars koma klumpar. (Ífall hetta kemur fyri, so kanst tú taka eina sílu og síla klumpar frá).
Bolli 2:
Píska róman til bleytt skúm.
Hita limesaft og limeskal í einari grýtu og trýst vætuna úr váta husblassinum og koyr husblassið í grýtuna og rør skjótt runt. Hetta skal bara líka hitast og endiliga ikki kóka. Lat tað kólna, soleiðis at tað er lunkað.
Vend ella píska limesaftina í ostafylluna. Mær dámar best at píska vætuna í ostafylluna. Her stoyti eg vætuna spakuliga í pískirísina, ímeðan eg píski.
Vend at enda róman varliga saman við og stoyt omaná keksabotnin og set til at kølna – gjarna náttina yvir.
Pynta við tí sum tær lystir.
Í byrjanini av hesum uppslagið, nevni eg nakrar møguleikar til pynt.
Niðanfyri eru uppskriftir til dømini.

Krystallisera hvít sjokuláta:
100 gram vatn
100 gram sukur
100 gram hvít sjokuláta (brúka knappar ella fínt hakkaðað sjokulátu)
Kóka vatn og sukur upp til 136 hitastig og stoyt yvir sjokulátuna og píska við hondpískara til tú far tær støddirnar tú ynskir. Jú longri tú pískar, jú minni vera krystallini.
Korallir:
80 gram vatn
25 gram olja
10 gram hveitimjøl
Pastafarvu eftir ynski
Blanda alt saman og steik á einari pannu. Er liðugt, tá ið eingin væta er eftir.
Legg á køkspappír.
Smá marengs til pynt:
1 dl past. eggjahvíta
200 gram sukur
1 tsk vaniljusukur
Píska eggjahvítan væl, blanda sukur og vaniljusukur saman og píska í eggjahvítarnar. Baka í uml. 1 tíma á 100 stig.-
Glucosetuiles:
Stoyt glucosesirup á eina silikonbakimáttu, antin í smáar rundingar ella ger ein stóran. Tú kanst bróta tað í minni bitar tá tað er bakað, alt eftir hvussu tú ynskir tað skal síggja út.
Tá ið tú bakar hetta fær siroppurin ein gyltan lit og fer at bløðra.
Baka í uml. 60 min á 150 stig, halt eyga við nær tú metur liturin og bløðrurnar eru nóg góðar.

Marjun Vang
Marjun Vang er útbúgvin tannlækni og býr í Havn saman við sjeikinum og teirra trimum børnum. Í løtuni er hon í barsil við yngsta soninum. Marjun hevur altíð havt eina søta tonn, men áhugin fyri at baka kom kanska serliga til sjóndar undir lesnaðinum og byrjaði av álvara tá dótturin varð fødd og síðani tá er kakuskápið fylt við nógvari kakuútgerð og kanska serliga krymmil, sum Marjun hevur ein veikleika fyri.
Familjan er fyri stuttum flutt í nýggj hús har sjeikurin hevur gjørt nógv sjálvur og tí fara tey í framtíðini at seta teirra egna dám á innrættingina og skapa eitt heim.