
Les eisini:
Patur 1 – Okkara fyrsta húsakeyp
Partur 2 – Eitt heimagjørt heimskort
Partur 3 – Tvey ár uttan hita í húsinum
Tá vit umvældu køkin málaðu vit vegginar hvítar. Men tá rúmið var liðugt tóktust allir vegginir so stórir, tómir og blankir.
Eitt stórt gamalt postkassa reytt, ”karlekammerskab” skuldi eisini inn í køkin, eftir at tað hevði fingið nøkur løg av máling.
Vit ynsktu at fara eftir stílinum, har tað var sama farva á møblinum sum á vegginum, men í ymsum tónum.
Í 2018, tá vit keyptu húsini hevði eg ein tanka um at petroliumsblátt hevði verði flott og tí valdi eg áðrenn vit fóru undir umvælingina at royna hendan litin í stovuni. Eitt sera gott hugskot, tí liturin passaði als ikki inn til stílin í húsinum, so hesin liturin varð skrottaður og eg fór aftur at leita eftir einum nýggjum liti, ið hóskaði seg betur bæði til húsini og umhvørvið húsini vóru í.
Liturin skuldi verða heitur og myrkur so tað kom ein kontrast til tað hvíta og mest umráðandi mátti hann passa til litin í stovuni, sum var beige.
Vit vóru samd um, at vit skuldu halda okkum til náttúrulitir og her var tað at grønt kom inn í myndina.


Men hvussu veit mann um tað er skápið ella veggurin, ið skal málast myrkari?
Eg legði leiðina oman í málingahandilin har eg fekk góða vegleiðing.
Tey søgdu at um eg málaði skápið myrkari enn veggin, fór skápið at tykjast størri og síggjast betri, ímeðan málaði eg veggin myrkari so minkaði skápið og gjørdist minni sjónligt.
Í okkara føri var tað bæði. Veggurin skuldi hava ein hugnaligan lit, ið dempaði teir stóru hvítu vegginar og skápið skuldi fylla minni í rúminum. Eisini ynsktu vit at útskeringarnar á skápinum, skuldu síggjast enn betur.

So nú var bara eftir at dekka av og fara undir at mála, fyrst veggin og síðani skápið.
Endaliga úrslitið sæst niðanfyri og eg haldi at vit eru heilt væl nøgd. Tað góða við máling er jú at tað er so nemt at mála umaftur um man hevur hug, so nú fáa vit at síggja, hvussu leingi grønt verður inn.


