
Navn: Stephanie Trónd
Aldur: 32 ár
Børn: Nova verður skjótt 6 ár og Freia er júst vorðin 2.
Hvaðani kemur orðið graseinkja frá?
Nú veit eg ikki, hvussu tað er við tykkum, men eg havi altíð hildið, at orðið graseinkja er úr føroyskum uppruna og hevði eina djypri meining, tí Føroyar er jú eitt land við ríkari søgu, har menn fóru til sjós. Málið var kannað og hetta var púra skeivt. Orðið “graseinkja” er elligamalt og hevur týskan og svenskan uppruna. Tað var upprunaliga navnið hjá konu ein mann, ið var hongdur. Seinni var tað “ein lokka og glatað” kvinna og nú er tað navnið til kvinnuna, ið hevur ein mann, ið er burturstaddur.
– Kelda
Stephanie er tað vit rópa “graseinkja”
Vit hava sett Stephanie nakrar spurningar um lívið sum graseinkja.
Stephanie er gift við Jógvani. Tey hava verið saman í 7 ár og kennir Stephanie tí ikki til nakað annað lív, enn at vera graseinkja.
“Jógvan sigldi tá vit funnu saman, so tað var ein sjálvfylgja at hann helt á fram við tí. Hann hevur sítt dreymastarv og er eisini sera dugnaligur til tað hann ger. Eg ynski ikki, at hann skal finna sær nakað annað.
Vit hava ikki roynt annað.”
Hvussu er tað at vera graseinkja sum heild?
Tað er bæði gott og keðiligt. Tað einasta soleiðis ordiliga góða er, at tá hann er heima so er hann heima. Sjálvandi haldi eg eisini tað er gott/sunt at man saknar hvønn annan. Eg sakni altíð Jógvan so skjótt hann er farin avstað og gleðist alvorliga tá hann kemur heim.

Er tað munur á at vera graseinkja nú, í mun til í byrjanini?
Ja tað haldi eg tað er. Tað er munur á, tí genturnar blíva størri og byrja at skilja tað meira. Nova hevur altíð verið babbasa við stóra B. Hon er altíð sera kedd, tá hann ferð avstað. Vit royna at fortelja henni tað nakrar dagar áðrenn, so hon kann fyrireika seg. Men verður altíð líka kedd og sigur næstan hvønn dag, at hon leingist og spyr hví babba ikki bara kann arbeiða ‘her heima’ eins og mamma.
Eg haldi tað er ógvuliga ringt og eg havi mangan grátið saman við henni, tí eg fái so ilt í hjartað. Ja eg eri kensluborin.
Freia veksur jú við fúkandi ferð og uppførir seg sum ein uppá 13. Haldi hon byrjar at skilja tað eisini.
Síðst Jógvan kom heim sum er 6 vikur síðani, kom hann seint um kvøldið og vit vildu yvirraska genturnar tá tær komu upp dagin eftir. Men hóast okkara “ninjarørslur” og bert varralestur, vaknaði hon og segði “babba, babba!” Tað var rættliga rørandi at síggja. Tað var sum um, hon føldi tað á sær, at nú var hann her. Tá fekk eg eisini klump í hálsin.
Hvørji ráð hevur tú til aðrar graseinkjur?
Tankin hjá mær, tá tað er sera strævið ella rotið, er at har eru nógvar í somu støðu. Nógvar hava 3,4 og 5 børn. Um tær klára tað, sjálvandi klári eg tað eisini.
Tað er sum um, at tað sekundið hann ferð í taxabilin, fari eg í 5. gear og koyri soleiðis til tað sekundið hann kemur heim aftur. Men tá fer luftin eisini úr ballónini.


Fyrimunir?
Tá hann er heima, er hann heima. Hann er eisini ógvuliga raskur tá hann er heima. Hann sýgur alt til sín og er HEIMSINS besti pápi/ “heimagangadi” maður. Hann er tíbetur sum eg – kann ikki torga órudd og molar, so hann vaskar og ruddar. Tað er ordiliga lekkurt at fáa tvær hendur afturat heima.
Vansar?
Ja. Alt sum hann/vit missa. Føðingardagar, jól, nýggjár, spenningurin tá eg tók graviditetstest við Freiu. Tá ið Nova varð fødd (tað var sera hart hjá mær, hansara vegna ) Teir stravnu dagarar, tá genturnar skiftast um, at vera sjúkar ella tá eg eri sjúk.
Nova græt í yvur 1 ár tá hon varð fødd. Tað var eisini ein strævin tíð og eg segði við Jógvan, at hetta gera vit ikki aftur. Tíbetur gloymur man, tí
Freia kom og tað var sjálvandi eisini strævið 1 árið, tá tilveran er nýggj við tveimum børnum.
Tað gongur sjálvandi og tað gjødi tað eisini hjá mær.
Eg fái ein øðrvísi hugburð tá hann er burtur. Tað verður bara gjørt. Eg havi einki annað val.
Følir tú teg einsamalla við hesum lívsstíli?
Bæði og. Eg trívist væl einsamøll og tað havi eg altíð gjørt. Eg havi stóran tørv á, at løða upp sjálv, eisini tá maðurin er heima.
Men jú, tað kann vera rættiliga einsamalt. Helst í vikuskiftinum. Børnini skulu undirhaldast og eg skal finna uppá ting at gera.
Eisini kunnu gerandisløturnar – at eta saman og tey smáu vanligi tingini, ið man ger saman sum familja tykjast einsamallar. Dagarnir kunnu blíva langir, um vit ikki hava ætlanir.
Vanliga finni eg uppá okkurt at gera saman við øðrum, soleiðis at vit eru sosial. Eg bjóði okkum til døgurða hjá øðrum. Tað kann kennast sum at eg eri átrokandi til tíðir. Vikuskiftini eru jú eisini tá ein familja, sum heild, hugnar sær og nýtir tíðina saman sum familja. Tey flestu ynskja at slappa av og at løða upp til vikuna sum kemur. Um vit ikki eru sosial, kann tað kennast einsligt inn ímillum.

Jólaaftan!
Tað er tað ringasta eg veit. Maðurin er burtur annaðhvørt ár. Tá taki eg meg burtur frá fjøldini eina løtu, fyri at lippa, tí mær leingist so illa.
Eisini fái eg tað ringt, av at hugsa, hvussu maðurin hevur tað, í teimum stóru løtunum. Hann sigur sjálvandi altíð, at tað ger onki og at hann hugsar ikki so nógv um tað. Hvør dagur er næstan eins umborð og teir fáa eisini jólamat og spæla pakkaspæla. Tað er sjálvandi ikki tað sama, sum at vera heima við familjuni hjá sær.
Hvat heldur maður tín um tað heila?
Hann tosar ikki um tað eins nógv sum eg geri. Vit vita jú bæði, at tað er støðan í okkara lívi.
Eg síggi tó væl á honum, hvussu torført tað er at fara tá genturnar gráta og ikki sleppa honum. Tað má vera sera torført.
Annars skal sigast, at eg ikki dugi at ímynda mær, hvørjum hann skal arbeiða við á landi.
Følir tú at onnur, ið ikki eru í somu støðu eins og tú skilja teg og tína støðu?
Nei. Eg royni ikki at nevna ov ofta, hvussu strævið tað er. Eisini dámar mær heldur ikki at nýta kortið “eg havi ein sjómann”, tá tað kemur til feriur o.t til arbeiðis.
Royni sum best, at tað ikki skal ávirka, hóast tað er torført.
Tó kann tað tykjast, at fólk hugsa: “Tað er ikki strævnari, enn at hava ein mann sum arbeiðir 8-10 tímar um dagin” Tað kann irritera meg, um tað verður sagt, á skeivum tíðspunkti. Eg skilji, at tað er strævið at hava ein mann, ið kemur móður heim hvørt kvøld. Men hann kemur also heim. Tit kunnu býta allar uppgávurnar, sum t.d næturnar, morgnanar, sjúku, eru sorgarbundin, hava nógv orku, føðingardagar, tá konan skal gera seg klára til dagin, at fara á vesið uttan at vera órógvaður.
Tað kann eisini blíva til eina kapping. “Eg havi tað strævnari enn tú”. Tí samrøðuni tími eg ikki at taka lut í.
Tá fólk siga við meg, at eg eri røsk ella at tað má vera strævið, sigi eg altíð: Hugsa um tær einligu mammurnar, har pápin ikki er har, býr uttanlands ella ikki leggur í. Tær hava tað strævið og hava uppiborðið eina medalju.
Tað er strævið í nøkur ár, ímeðan børnini eru smá. At fáa børn er tað mest fantastiska í heiminum. Eisini einsamøll.

Hvat ynskir tú at onnur, ið ikki eru í tínari støðu skulu skilja og kanska minnast til, tá tað kemur til tína/tykkara støðu?
Eitt er tað fysiska – tað at maðurin ikki er her fysiskt. Sjálvandi er tað strævið, men tað, ið fólk kanska ikki gera sær far um, er alt hitt, ið er strævið. At sakna. At hava selskab. Eitt klemm. Sálarliga, er tað veruliga torført.
Um fólk eru ósamd í, at vit hava tað torført, er tað betri ósagt. Um ein ikki hevur roynt hetta lívið, er ikki neyðugt at úttala teg um tað.
Myndir: OPHfoto