Lat vindeyga upp og ein glæma sær inn
í skýmligar krókar í títt myrka sinn
árini, børnini, dreymarnir, alt
nær fór at kava og nær bleiv tað kalt
Maria, so vónrík og glað
klokkur og blómur, hví segði tú ja?
Hygg fuglarnir flyta nú summari doyr
átti tú veingir so fleyg tú sum teir
Tú rakar í øskuni aftur í kvøld
fyrr gløddi av kærleika – men
nú er grúgvin køld
Men viljin Maria, hann byggir tú á
skuldi tú fari hvør fylgdi tær tá?
Lat vindeyga aftur og gruna ei so
fuglarnir sveima tí teir hava flog
Tú rakar í øskuni aftur í kvøld
fyrr gløddi av kærleika – men
nú er grúgvin køld.