Meirilutin ræður

1. Nú bløðini skriva várt land fer um koll
hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyar
Páll øll klípast og klandrast at tryggja sær sess
hygg – annarhvør ungi nú føðist við stress.

2. Alt veksur í virði nú – uttan tín løn
tí fólkið skal spara er vísmanna bøn
títt kekkhefti klænkar og svárt svíður sár
tá bilar og video broytast hvørt ár.

3. Er títt typuhús norskt og títt sjónvarp japanskt
tað tú hoyrir og sært har er danskt amerikanskt
hvat er tað, sum bagir, hvørjum endar alt við
sig mær: fáa vit føroyingar ongantíð frið?

4. Men ovasti dómstólur dóm hevur felt
tú skalt eta tey epli, tú sjálv hevur velt
tí meirilutin ræður og tað er so rætt
at alt verður júst so sum hann hevur sagt.

5. Men – gerast fólk klók av at fylkjast í flokk
so vóru vit bæði vísmenn um vit vóru nokk
tó málfrøðin mest hevur fávit mítt fest
um ”flest” merkir ”best” ella barasta: ”flest”.