Miðalhampamaðurin

Eg eri bert ein miðalhampamaður
mítt hár er hvørki skitið ella sítt
hvønn sunnudag tá gangi eg við slipsi
eg kenni munin millum mítt og títt.

Eg eri hvørki kommunistur ella provo
eg brúki ei Dimmu sum skoynisopp
eg blaki ei við borðiski á tingi
og tá tey roykja hasj eg sigi stopp.

Hvønn mikudag eg hoyri kvøðuljómar
eg eigi fýra fitt og nosslig børn
í Gundadali haldi eg við HB
og Føroya størsta skald er Óðin Ódn.

Baptistarinir teir eru alt ov grammir
nei, bispurin hann hevur meira stíl
eg berjist heldur ei á hvítusunnu
eg eiga allar Varðarnar hjá Mil.

At framamenn teir eru psykopatar
so greift tað er, tað síggja kann hvør ein kleyv
studentarnir sum nassa upp á statin
teir skuldu fingið homluband um reyv.

Á Ólavsøku eina lítla kenning
annars drekki eg bert mjólk og te
so kenni eg ein mann sum eitur Henning
og hann er hampuligur eins og eg.