Um flokkin:

Í 1991 settu nøkur trúgvandi fólk sær fyri at stovna nýggjan politiskan flokk. Ein av hesum var Tordur Niclasen, sum tá var løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk.

Á fundi 30.11.1991 á Hotel Hafnia í Tórshavn varð gjørt av, at nýggi flokkurin skuldi eita Miðflokkurin.

Hini 16 punktini vórðu orðaði sum fyrsta arbeiðsætlan floksins. Hesi vóru upprunamálini, sum stovnarar floksins ynsktu at arbeiða fyri. Hesi eru bæði áhugavert í søguligum høpi, og sum ein mátisnórur fyri arbeiðinum hjá flokkinum. Niðanfyri verða nøkur av teimum endurgivin

Miðflokkurin vil:

  1. at kristna lívsáskoðanin eyðkennir samfelagið.
  2. verja menniskjalívið frá giting til náttúrligan deyða.
  3. at lóggávan er hjúnarbandsvinarlig og verjir heimið.
  4. at borgaranum eigur at verða veitt viðgerðartrygd.
  5. at frískúlar verða settir á stovn.
  6. at fíggjarligi einkarættur kringvarpsins verður tikin av. 
  7. at umhvørvisdálkingin verður tikin í álvara og at dentur verður lagdur á at fyribyrja dálking.
  8. at Føroyar fara ikki uppí ES (EU), men í staðin tryggja góðar handilsavtalur við EU eins og við onnur lond og felagsskapir.

UfM er stytting fyri Ung fyri Miðflokkin

Ungmannafelagið varð fyrstu ferð stovnað einferð um túsundáraskifti og hevur síðani verið meiri og minni virkið. 

UfM hevur eitt sera gevandi og virkið samstarv við móðurflokkin, og við seinasta Løgtingsval varð ein teirra , Steffan Klein Poulsen, valdur sum fyrsti varalimur og hevur havt sæti á Løgtingi seinastu trý árini.

Úr stevnuskránni hjá UfM kann nevnast:

  • UfM ynskir at varðveita og styrkja hjúnabandið millum mann og kvinnu, ið er ein tann týdningarmiklasti grundarsteinurin í samfelagnum.
  • UfM ynskir at verja grundleggjandi rættin til lív hjá fostrinum.
  • UfM ynskir at varðveita íborna virði menniskjans og taka tí ikki undir við aktivari deyðshjálp

Les meira um Miðflokkin á heimasíðuni: https://midflokkurin.fo