Ger tær sjálvum tað tænastu at bakað hesar skattarnar, ið knasa so favurt og hava ífyllu av frískari peru.
Fyrireikingartíð: 25 min.
Tilgertíð: 16 min.
Tilfar 12 stk:
90 gram smør
3 egg
120 gram sukur
120 gram hveitimjøl
1 tsk. bakipulvur
1 tsk. vaniljusukur
2 perur
12 muffinformar
Broyskumdeiggj:
50 gram smør
50 gram sukur
40 gram hveitimjøl
35 gram havragrýn
5 tsk. kanel
Mannagongd:
1. smelta smørið og lat tað køla eitt sindur.
2. Píska egg og sukur saman so tað er luftigt. Síðani koyr smørið í.
3. Sigta mjøl, bakipulvur og vaniljusukur í blandingina, síðani rør tað saman.
4. Koyr deiggið í formarnar
5. Skola perurnar, sker tær í lítil stykkir og legg tær omanyvir á deiggið (sí mynd)
Tendra ovnin á 180°. Blanda smør, sukur, mjøl, havragrýn og kanel saman so tað verður til broyskdeiggj. Morla deiggið yvir kakurnar (síð mynd). Bakað tær í ovninum í 15-18 min.

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.