Niður á knæ úti á Maggie’s í Nólsoy

Edith og Allan giftust á sumri 2021. Vit hava forvitnast og spurt tey um ymiskt.

Brudleyp.fo setur nakrar spurningar

Størv og stutt lýsing um tykkum?

Edith starvast dagliga sum sanglærari í Tórshavnar musikkskúla. Eisini rekur hon fyritøkuna Sangstaðið, ið bjóðar sangundirvísing privat. Allan starvast dagliga sum handverkari. Harafturat eru tey bæði tónleikarar; saman hava tey bólkin Land of Maybe, og Allan er eisini partur av bólkinum Marius Ziska. Í 2020 góvu tey sína fyrstu plátu út, ið kallast Glotti, og harafturat hava tey eisini givið tónleik út hvør sær.

Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?

Tað var í samband við eina konsert hjá Land of Maybe úti á Maggie’s í Nólsoy, at Allan fór niður á knæ. Vit nærkaðust endanum av konsertini, og Edith var í ferð við at presentera síðsta lagið. Men knappliga brýtur Allan av og sigur, at har er nakað annað sera týdningarmikið á skránni áðrenn síðsta lagið. Síðani fór hann niður á knæ og spurdi. Komin í land í Havn, hevði familjan frætt um hetta frá onkrum, ið var til staðar til konsertina og hevði sent teimum eitt prei. So tey stóðu klár at taka ímóti okkum á keiini við fløggum og brúsandi víni. 

Hvussu reageraði tú, tá Allan spurdi teg um at giftast?

Eg bleiv sjálvsagt sera bilsin, tí hetta kom púra óvart á meg. Vit høvdu tosað um at giftast, men eg hevði ikki væntað at blíva spurd akkurát har og akkurát tá. Hetta var í juni 2019, og vit  avgjørdu rættiliga skjótt, at brúdleypið skuldi verða í juli 2021. Tað eru vit sera takksom fyri í dag havandi í huga, at allur heimurin knappliga varð raktur av corona í 2020. So tað var tíbetur ikki neyðugt at útseta brúdleypið ella líknandi.

Dato fyri vígsluna: 10. juli 2021

Gestir til veitsluna: 180

Vígslan var í Havnar kirkju, og veitslan var á Hotel Føroyum. Veitslan var fyri innbodnum.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?

Vit ynsktu bæði at verða vígd í kirkju og síðani eina stóra veitslu fyri familju og vinfólki, har vit øll kundu sita saman í frið og náðum og njóta ein góðan bita og syngja og dansa til langt út á náttina. Og tað gjørdu vit eisini – síðstu gestirnir fóru heim um sekstíðina morgunin eftir ☺ Tað var umráðandi fyri okkum at hava tað so avslappað sum gjørligt og at kunna forkela okkara gestir við góðum mati og drekka. Tí valdu vit Hotel Føroyar, tí hetta duga tey so sera væl. Matur og drekka var sera gott, og tænastan var í topp. Har var eingin slingur í valsinum, og tey hjálptu okkum at fáa tað heila at ganga upp í eina hægri eind.

Dagurin byrjaði við, at Edith fekk gjørt sær hár, makeup og negl frá kl. 10-14. Síðani fór hon heim at lata seg í brúðarkjólan og varð koyrd í flottum bili oman til vígsluna kl. 15. Eftir vígsluna tóku vit brúðarmyndir við OPHfoto, og síðani fóru vit niðan á hotellið til veitsluna kl. 18.30. Alt gekk eftir ætlan, og vit hava fingið nógvar afturmeldingar frá gestum, ið lótu sera væl at. Hotellið hevði ymiskar brúðarpakkar at velja millum, og vit valdu tann stóra brúðarpakkan, sum innihelt: Vælkomstdrink og durðasnaps, trýrættaða matskrá við víni ad hoc (tosk til forrætt, oksalundir til høvuðsrætt og appelsinmasarin omaná við kaffi/te og avec), síðani kakuborð – familja og vinir høvdu bakað, og eisini høvdu vit bílagt eitt kransakøkuhorn frá kransakøkur.fo – náttmat/suppu um tveytíðina og fría barr alla náttina. Matskránna høvdu vit roynt og valt frammanundan í samband við royndarsmakking, sum hotellið bjóðaði.

Við í pakkanum var eisini brúðarsvitan, so tað var so deiligt at kunna fara beint inn í kamarið at leggja seg, tá veitslan var av. Fleiri av gestunum valdu eisini at gista á hotellinum, sum bjóðaði kømur fyri serprís til høvið. Tað var sera hugnaligt at vakna dagin eftir og hitta fleiri av teimum aftur, sum høvdu verið og fingið sær góðan morgunmat, áðrenn tey tjekkaðu út. 

Borðhaldið var liðugt umleið á midnátt, og síðani dansaðu vit brúðarvals. Eftir tað spældu Punjab til dans.

Sindur um brúðarkjólin

Brúðarkjólan fann Edith av tilvild á netinum, tá hon fór at leita eftir íblástri. Tað stóð einki greitt um, hvar kjólin var frá, og hvussu hann kundi skaffast, so eg gjørdi ikki tað stóra við tað og leitaði heldur bara víðari. Men líkamikið hvussu eg royndi, so bleiv eg við at hugsa um henda vakra kjólan, eg hevði sæð, og einki annað kundi samanberast við hann. Eg mátti gera eina roynd at finna útav, hvar hann var frá. Eftir drúgva leiting fann eg útav, at hann var av merkinum Maggie Sottero Designs í USA. Men tað tóktist trupult at skula bíleggja hann heilt úr USA. Tíbetur fann eg útav, at har var ein brúðarhandil í Jyllandi, sum umboðaði hetta merkið. Eg setti meg í samband við tey og fekk tey at bíleggja hann til Danmarkar, og síðani sendu tey hann til Føroyar. Á tann lukka! Tað var eitt sindur nervapirrandi at bíleggja ein kjóla, sum eg ikki hevði prøvað, men við góðari hjálp frá Jákupi Jacobsen í Yndi fekk eg bílagt hann eftir hóskandi mátum, og so mátti eg bara syrgja fyri at passa hann á degnum. Hann sat akkurát, sum hann skuldi ☺ 

Sindur um klæðini hjá brúðgóminum

Flotta klædningin frá Digel fingu vit bílagt við hjálp frá Tignir. Tað var eitt sindur trupult at finna rætta litin, og vit leitaðu nógvastaðni. Hann skuldi vera bláur, men ikki ljósabláur, ei heldur myrkabláur, men meira yvir í havsblátt. Og liturin á skjúrtuni skuldi vera ivory, also ikki heilt hvít. Tíbetur kundi Tignir spesialbíleggja eina slíka skjúrtu úr Svøríki og rætta litin á klædninginum úr Týsklandi. Eisini bílegði hann okkum ein sera flottan vest og slips, ið hóskaði til. Skógvar og belti í cognac-liti keyptu vit frá Skálki.

Hvat var tað besta við degnum?

Besta løtan var avgjørt, tá prestur signaði okkum, og vit kundu seta okkum á sama bonk sum hjún. Eisini var tað sera stuttligt at koma úr kirkjuni og síggja familju og vinir standa har og taka ímóti okkum við sápubløðrum og lógvabresti. Ikki minst var tað rørandi at sita til borðhaldið og hyggja yvir hesa fjøldina av fólki, ið var komin saman at feira okkara kærleika til hvønn annan.

Eru ætlanir at fara á brúðarferðiu?

Vit mangla enn ta ordiligu brúðarferðina. Vit vilja gjarna eystureftir til hvítar strendur og nógvan hita, og tá er best at fara í mars/apríl. So tað eiga vit til góðar í 2022. Maldivurnar, Bali og Thailand hevur verið uppi at venda. Men tað bleiv hóast alt til eina lítla brúðarferð við tað, at vit fóru til Svøríkis í eina viku at vitja systur Edith og hennara familju, og síðani gekk leiðin til Norðuritalien í eina viku. Bólkur okkara Land of Maybe varð boðin at spæla á einum festivali tann 30. og 31. juli, so vit fingu kombinerað tvær konsertir við nakrar dagar í Udine, Grado og at enda Venedig.

Hava tit eitt gott ráð til komandi brúðarpør?

At fyrireika í góðari tíð. Royn mest møguligt at slappa av og njót dagin. Ger eitt budget. Ger tjekklistar fyri at hava gott yvirblikk. Alt tekur longri tíð, enn mann heldur, bæði hvat viðvíkur fyrireiking og eisini á sjálvum degnum.

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?

Tað einasta, vit føldu manglaði, var ein løta aftaná vígsluna og myndatøkuna, har vit kundu sitið saman bara vit bæði og líka tosað saman og slappað av. Hóast alt gekk, sum tað skuldi, so var dagurin nokk so intensivur. Alt hendi slag í slag, og tá vit endiliga komu niðan á hotellið og líka inn í brúðarsvituna at venda áðrenn veitsluna, føldu vit, at nú hevði verið gott at sitið saman eina løtu bara vit bæði. At líka summa okkum, geva okkum tíð til hvønn annan og tosa um alt tað fantastiska, ið var hent inntil víðari. So vit skuldu kanska havt sent Edith til hárfríðkan og makeup ein tíma fyrr, so at vit høvdu ein tíma til góðar seinni á degnum.

Hvørjar brúðarveitarar høvdu tit?

Myndirnar tók OPHfoto

Laila Carlsen gjørdi hár og makeup. Adore Vælvera gjørdi negl.