
Nýtslumentanin hevur høvuðsárstíð hesa ársins tíð, og hamstarahjólið buldrar runt í full speed ahead, næstan í overdrive. Ella rættari sagt, overflow.
Orsaka frammanundan, at eg nú fari at ljóða sum Grinchen. Tí fyri meg eru jólini tvísinnað, ring, men eisini góð. Men les víðari, tí jólagleðin verður at hóma onkrastaðni í endanum.
Kenslan, tá regnið dunar niður á takið, og vit sita heit og fjálg innandura, og tá tað myrknar úti, jólaperur lýsa í grannalagnum og tað er hugnaligt at sita heitt og fjálgt og balla seg í sofuni við sínum kæru. Tað er tann góða kenslan av jólum.
So er tað tann beiska kenslan. Handlarnir hava fylt hyllarnar upp við jólavørum, kalendarum og pynti. Reklamubløð í postkassanum bólgna upp við jólagávuhugskotum, og sjónvarpið lýsir við dunnum, elektronikki og “bíligum” jólagávum til stór og smá. Vit verða bombarderað við “keyp hetta” og “keyp hatta”! Børnini toga meg runt í handlunum og ynskja sær ALT, og eg føli meg so neiliga, tí eg sigi nei til alt, allatíð.
Eg føli meg trýsta til at spæla við í keyp-teg-fátæka-til-jólar-spælinum, tí alt er so hyped-up. Um eg nú keypi børnunum hvør sína dýra jólagávu, so noyðist eg at spara onkra aðrastaðni! Hvar skal eg spara?

Gaman í, í hugaheiminum kyknar jólagleðin, men eisini ein ógvuslig fíggjarlig strongd og ótti. Ótti fyri ikki at náa at keypa allar jólagávurnar, og ikki minst ein ótti fyri ikki at hava ráð til alt tað, ið hoyrir jólunum til.
Síðstu tvey árini havi eg verið varug við at sleppa undan hesi strongdini á jólum. Havi roynt at keypt jólagávur gjøgnum alt árið, altso at spjaða jólagávuútreiðslurnar út yvir alt árið.
Hesaferð varð eg liðug við allar 26 jólagávurnar tíðliga í novembur, hetta fyri at sleppa undan at stúra, og fyri at njóta jólafriðin.
Í mínum yvirlitið havi eg sett 150kr av til gávur til børn og vaksin uttanfyri húsarhaldið. Ommurnar og systur mín fáa tó gávur fyri uml. 300kr, maðurin og børnini fáa gávur fyri í hægsta lagi 1000kr pr. høvd. Hetta verður í mesta lagi 8.500kr tilsamans. Og gev gætur, at hetta er BERT fyri jólagávurnar. Pakkakalendarin (24×4 gávur) er ikki íroknaður, eiheldur jóladøgurðar, karamellur, bakstur og “fanden og hans pompestok” (merking: alt tað sum er overflødigt og blot til besvær) er ikki talt við. Alt í alt kosta okkara jól yvir 10.000kr.
Fyri kortum stovnaði eg (enn) eina smáuppsparingarkonto í bankanum, sum eg kalli “Jól”, har eg fari at spara 10.000kr saman til næstu jól, og sum bert skal brúkast til jólagávur.
Og nú eri eg um at vera liðug við at grenja, tí nú komi eg til skipanina, sum hjálpir mær:
- – Jólagávuyvirlit.
Skriva niður nøvnini á øllum teimum, sum tú keypir jólagávur til. - – Prís pr. gávu.
Hugsa um og avgerð, hvussu nógv hvør gáva í mesta lagi skal kosta. - – Finn samlaðu upphæddina og spar saman.
- Rokna saman og finn samlaðu upphæddina. Byrja longu í januar at spara saman til
- jólagávurnar næstu jól.
- – Keyp jólagávurnar alt árið. Keyp t.d. jólagávur á útsølu í januar mánaða. Brúka peningin, sum tú hevur oyramerkt til jólagávur. Brúka ongantíð meira enn hvat tú hevur standandi á konto.
- – Krossa av so hvørt. Viðmerk í tínum jólagávuyvirlitið, hvat, til hvønn og prísin á gávuni, so hvørt tú hevur keypt eina jólagávu.
- – Annað innkeyp til jólar Byrja longu í oktobur at keypa inn til jólar. Keyp vaniljustengur, tá tær eru á tilboð, mandlur, kirsuberjasós, dunnu osv. Tað heldur sær til jólar.

Tá tú veist, hvussu nógv tú hevur at nýta og hevur gjørt tær ein lista, tá sleppur tú undan at brúka meira enn tú hevur, og tú sleppur undan fíggjarligari strongd á jólum. Hav í huga, at vit eru øll so ymisk. Nøkur elska jólaresið, onnur ikki. Nøkur geva ongar gávur, nøkur geva nógvar. Tað er eisini ymiskt, hvussu nógv jólini kosta hjá okkum øllum.
Mín skipan virkar væl fyri meg, men gevur kanska ikki meining fyri teg. Um ikki, so nýt tað sum íblástur til at finna tína egnu skipan, sum sparir tær pening, stríð og tíð. Hugsanin er, at jólini skulu njótast í friði og náðum, og tí haldi meg helst burtur frá jólaresinum í býnum í novembur og desembur mánaða. Tó so, so elski eg at geva gávur. At hugsa um og geva mær tíð at finna røttu gávuna til ávísa persónin. Tað geri eg alt árið, tí so fara jólini ikki at ávirka eginbúskapin og mín hugaheimur kann róliga njóta jólafriðin, bæði í sinninum og pengapunginum.

Fíggjarligt frælsi
Fíggjarligt frælsi er navnið á einum vanga á sosiala miðlinum Instagram, sum ein dulnevnd kvinna stendur aftanfyri.
Kvinnan er í 30’unum, livir saman við manni sínum og børnum, hevur eitt vanligt arbeiði og eru tey sum heild ein vanlig føroysk barnafamilja, við øllum tí sum har til hoyrir.
Á instagram vanganum leggur hon dent á viðurskifti í eginbúskapinum, so sum skuld, samansparing, forbrúk og íløgur oa., og ynskir somuleiðis at bróta tabuið og tosa opið um persónlig fíggjarviðurskifti millum føroyingar.