Nú ert tú ein onnur

Bylgist ímóti mær angin av ljósari tíð
sprettir um teigar hvør blóma og grønkast í líð
lyftini tú ognaði mær
tá vetrarkalt og kavi var
nú ert tú ein onnur og vilt ikki kennast við meg
tað skalt tú vita frá mær og tað er eg elski teg

Næturnar ljósna og tankarnir myrkna hjá mær
alt vil eg geva bert fyri ein koss frá tær
hugsi um teg dag og nátt
um løtur tá ið alt var gott
nú ert tú ein onnur og vilt ikki kennast við meg
men tað skalt tú vita og tað er eg elski teg

Minnist okkar bestu tíð
vit vóru ung vit vóru frí
hvør dagur sum eitt spæl, ið aldrin aftur koma skal
Dansandi fyri mær litir í bakandi sól
vakrast av øllum var myndin av tær tá tú fór
hjartað mítt tað gav eg tær
í eygum tínum fann eg svar
nú ert tú ein onnur og vilt ikki kennast við meg
men tað skalt tú vita frá mær og tað er eg elski teg.