Hetta er fyrsti av tveimum pørtum av hesari vøkru stovu. Næsti bloggur kemur út í desembur.
Øll húsini skuldi endurnýggjast og Kaffiløtan hevur fylgt við, hvussu tann eini stovuveggurin bleiv gjørdur til nakað heilt serstakt. Húsini her eru eini eldri hús í Sílagøtu 6, Tórshavn, har alt skuldi takast niður og gerast av nýggjum. Ynski var at gera ein vegg, har sjónvarp, innbygd ljós og hyllar skuldi alt fella inn í eina heild.
Fyrst skuldi hyllarnar byggjast og ljósini setast til. Holið til sjónvarpið bleiv gjørt á stødd 160 cm x 100 cm, soleiðis at eitt 65″ sjónvarp skuldi passa í.
Aftaná bleiv pláta, sparstla og málað. Rammirnar runt um hyllarnar eru allar gjørdar úr eik.
Fyri at goyma burt alt tað tekniska, bleiv eitt skáp gjørt niðast til vinstru. Síðani bleiv eitt hol borað millum “teknik-rúmið” og sjónvarp holið.
At enda bleiv sjónvarpið sett á veggin og hyllarnar pyntaðar. Endaliga úrsliti av vegginum gjørdist avberað vakurt!