Hvørt ár er tað ein nýggjur árgangur, sum skal byrja í forskúla og fyrsta flokk. Fyrsti skúladagur er ein STÓRUR dagur fyri títt barn, men sanniliga eisini fyri teg. Tí er tað skilagott, at bæði tú og títt barn gera seg kláran til hesa stóru løtuna, so tit bæði fáa eina trygga og jaliga uppliving av fyrsta skúladegi.
Tað eru nøkur ting, sum ein eigur at hava klárt til fyrsta skúladag. Tað er tí, at vit skriva hendan bloggin til tykkum, so tit kunnu fyrireika og vita hvat skal gerast klárt til hendan dagin.
Tá eg var lítil var Barbie og Pingu nakað av tí, ið var sera nógv umhildið. Alt sum eg keypti og brúkti var við Barbie og Pingu myndum á.
Í dag er tað heilt víst “Frosen”, sum er á fyrsta plássi hjá øllum teimum børnunum, sum eg kenni. Mamma mín og eg vóru samanvið Nomi, dóttir tvíburasystir míni, beint eftir jól (2019) í Havnar Bio og hugdu eftir “Frosen 2” til ein fullan sal av børnum og foreldrum. Nomi er 3 ár og hon ELSKAR “Frosen” meira enn alt. Alt skal vera “Frosen” hjá henni í løtuni.

Her síggja vit eina mynd av mammu míni og Nomi og hon er sjálvandi í einum “Frosen” jakka. Sjálvt um tú ert 3 ella 6 ár rakar man heilt víst málbólkin um man keypir okkurt við Frosen á. So tað eru ikki bert tey heilt smáu børnini, sum er vill við “Frosen”.
Hendan næsta fitta gentan, sum vit síggja á teimum næstu myndunum, er dóttir beiggja mannin hjá mær. Hon eitur Katrin og er 6 ár og byrjar í forskúla í august. Vakra skúlatroyggjan sum hon er í, hevur dugnaliga omma hennara bundið, og øll tey vøkru skúlatingini hon hevur á myndunum eru frá Maria Poulsen Búnýti.
Tað er sera umráðandi um tú hevur ella kennir nøkur børn, ið fara í forskúla ella skúla, at tey trívast og føla seg væl í teirra nýggju byrjan beinanvegin. Tí er tað sera týðandi, at alt er klárt, og tey hava alt tey skulu nýta til teirra skúlabyrjan. Vit hava tí gjørt ein lista til tykkum her, sum vit halda er hentur at nýta.
Tað sum tit skulu hugsa um og hava klárt er:
- skúlatasku
- pennahús
- skrivisett
- matkassa og drekkidunk
- Fimleikatasku
- skúlatroyggu og einar góðar skógvar
Tað er eisini stuttligt, um tú og barnið hjá tær t.d. gera ein serligan dag, har tit fara í býin og gera tykkum skúlaklár við at keypa alt sum manglar.
Her síggja vit, at Katrin hevur valt sær eitt “Frosen” tema so at skúlataskan, pennahúsið og matkassin hóska saman. Hetta ger tað eyka stuttligt at byrja í skúla og vísa øllum hinum børnum, hvussu smartar lutir ein hevur.
Eg tosaði við mammu Katrin og hon greidi mær frá, at Katrin var so glað fyri skúlataskuna, at hon hevði havt hana við sær allan dagin, likamikið hvar hon fór, so skuldi taskan við. Hon hevði enntá sovið við taskuni ta fyrstu náttina.
Hetta vísur, hvussu nógv stuttligari tað er hjá børnum, tá man ger nakað burturúr, og at man kann gera tað í felag. At børnini eru við til at velja, hvat tey ynskja og dáma, ger at tey kenna seg vaksnan við at byrja í skúla. Tey kenna og føla, at tey eru “up to date” við øllum tí, tey skulu nýta til at fara í skúla. Nú eru tey ikki børn longur, sum ganga í barnagarð, men ‘vaksin’ sum skulu ganga í skúla – Hetta er stórt:)

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.