Japandi er úrslitið av, at seta japanskt og skandinaviskt design saman. Orðið Japandi kemst av teimum báðum orðunum Japan og Scandi.
Hevur tú hoyrt um nýggjasta stílin innan innrætting? Hesin stílurin er ein samanrenning av tveimum ymiskum rákum úr tveimum ymiskum londum. Talan er nevniliga um samanrenningina av Skandinaviska og Japanska stílinum í innrættingini.

Hvat er Japandi?
Hugtakið Japandi er úrslitið av bæði japanskum og skandinaviskum stíli, eins og heitið lýsir: Japan + Scandi = Japandi. Tann Skandinaviski stílurin verður nevndur Scandi aðrastaðni í heiminum. Japandi er ein einfaldur stílur, og tað, ið eyðkennir hendan stílin er minimalisman og nýtslan av tilfari úr náttúruni.
Fyri at fáa eitt Japandi ’’look’’ inni í heimi tínum, skalt tú ikki nýta ov nógv innbúgv og príðislutir í innrættingini.Innbúgvið má ikki tyngja og fylla ov nógv. Innrættingin skal vera einføld, og innbúgvið skal sýnast lætt fyri rúmið. Hetta gevur eina ávísa ró og javnvág í heiminum. Træ og annað tilfar úr nattúrini verður nógv brúkt – bæði ljóst og myrkt træ.
Eitt annað, ið eyðkennir henda stílin, er nýtslan av natúrligum ljósi. Hetta fyri, at tað skal sýnast ljóst, lætt og luftigt inni.

Hvat er munurin á Japandi og Scandi?
Bæði Japandi og Scandi hava ta somu yvirskipaðu meginregluna í innrættingini; stílurin skal vera minimalistiskur. Minimalisman varpar ljós á reinar linjur, hondgjørdir lutir og innbúgv úr træi. Japandi ger nógv burtur úr kontrastum. Ístaðin fyri at nýta dempaðir og róligir litir, sum eru serliga eyðkendir fyri Scandi, verður Japandi stílurin fullfíggjaður við myrkum litum sum kontrastum – bæði svørtum litum, og eisini innbúgvi úr myrkum træi.
Tað, ið eyðkennir Scandi, er, at tað vanliga verður nýtt innbúgv úr ljósum træi, eitt sindur av pastell litum og einføldum linjum.
Innandura plantur
Eyðkenni fyri Japandi stílin er heilt víst eisini innandura plantur. Japandi sniðgevar nýta annarleiðis støddir av plantum enn norðurlendskir sniðgevar vanliga nýta. Hetta hevur sína sjarmu við sær, og ger, at tað tykist frískligt inni.
Fríðka um við tí rætta tilhoyrinum
Stílurin í Japan er sum sagt sera einfaldur og minimalisman er við til at mynda hendan stílin.
Um tú heldur, at Japandi er ov minimalistiskt, kanst tú fríðka um við øðrum tilhoyri. Pastell litir verða ofta nýttir í norðurlendskum heimum, fyri at tað skal tykjast meira livandi og frískligt. Nýt til dømis hondgjørt tilhoyri sum keramikki, gólvteppir og pútur – gjarna við litum, ið fáa júst tann dámin fram í rúminum, ið tú ynskir.
Slow living
Slow living er eitt rák sum ger um seg um allan heimin. Japandi er við til at skunda undir henda liviháttin, har ið ein ikki nýtist at hava meira inni enn neyðugt. Lívið, har alt skal ganga skjótt fyri seg, er ikki fyri øll. Summi ynskja eitt meira avslappað og einfalt lív, har ið tey liva í hesi løtu einans. Við hesum livihátti verður samstundis hugsað um at liva umhvørvisvinarliga, og at man er eitt við nattúruna.

Prei: Um tú ynskir síggja meira til henda stílin, kanst tú nýta pinterest til at finna íblástur.
