Nýggjur søluportalur

Bjóða.fo er ein nýggjur føroyskur søluportalur, har til ber hjá fólkum at leggja eina vøru út, sum onnur síðani kunnu bjóða uppá. Skipanin hevur nógvar spennandi møguleikar. T.d. ber til at velja ein minsta prís og eitt minsta yvirboð uppá vøruna. Tá minsti prísur er rokkin, byrjar ein niðurteljing á eitt tíðarskeið sum seljarin sjálvur hevur valt. Tann sum síðani endar við hægsta boði, vinnur uppboðsøluna.

Hetta er nakað tað sama sum føroyingar kenna væl á t.d. Facebook. Men Facebook er ikki gjørt til at verða ein uppboðsøla, og heldur ikki beinleiðis til at verða ein søluportalur. Her kemur so Bjóða.fo inn sum er beinleiðis ment til ein føroyskan søluportal, við uppboðsølu møguleikum. Tað gevur brúkarinum eina betur upplivilsi og nýtist brúkarin heldur ikki at brúka orku uppá at hava stýr á hvør vinnir, og nær tíðin av søluni gongur út.

Bjóða.fo kemur altíð at verða ókeypis at brúka, men tað kostar sera nógv at menna og hava ein líknandi skipan koyrandi, so ætlanin er einaferð at fáa inntøku gjøgnum lýsingar og møguliga pluss brúkara hald í framtíðini.

Vit ynskja Bjóða.fo góða eydnu 🙂