
Senit er ein nýstovnað fyritøka, sum fæst við planlegging av alskyns slagi. Nevnast kann kommunal- og landsplanlegging, ráðgeving fyri almennar stovnar og privatar fyritøkur, men eisini fyri einstaklingar. Planlegging og fullfíggjað fyrireiking eru nevniliga fjøltáttað hugtøk, sum vit ofta kanska seta í sambandi við stórar byggiverkætlanir, men í praksis eru tey eisini sera viðkomandi í okkara egna gerandisdegi. Fíggjar- og tiltaksplanlegging eru nakrar tænastur hjá Senit, sum rætta seg meira til einstaklingin ella familjuna.
Brúdleypsplanlegging
Hvat er eitt ógvuliga týdningarmikið tiltak hjá tveimum forelskaðum? Tað er sjálvandi stóri dagurin, tá ’ja’ verður givið hvørjum øðrum. Hesin týðandi dagurin, sum tey forelskaðu, vinir, familja og kenningar hava glett seg til, krevur ofta ómetaliga nógva og drúgva fyrireiking. Alskyns avtalur skulu fáast í rættlag, fíggingarætlan skal gerast og haldast og tilgongdin skal helst vera merkt av gleði heldur enn strongd og ’suff og puff’.

Senit veitir góða hjálp hesum viðvíkjandi. Eftir eitt óbindandi og ókeypis prát kann farast í gongd beinanvegin. Fyritøkan setir seg í samband við ymsar veitarar innan matgerð, myndatøku og video, transport, hølir og annað neyðugt og finnur mest hóskandi tilboðini til parið at velja burturúr.
Tað verður varisliga tikið atlit at tíðar- og fíggjarætlanini. Staðfest verður eftir fyrsta prátið, nær tit skulu giftast, og hvør fígging er tøk. Ein listi yvir uppgávur, smærri sum størri, sum skulu gerast í sambandi við brúdleypið, er ómetaliga langur, og tí er gott at fáa avgreitt ymiskt beinanvegin. Senit og parið hevur javnan samskifti í tilgongdini.
Egnar royndir
Tað er ikki av tilvild, at brúdleypsplanlegging er ein tænasta, sum Senit veitir. Stjórin í Senit, Sigurd Justinussen, skipaði nevniliga fyri sínum egna brúdleypið. Konan er úr Brasil, og skilti ikki nógv av føroyskum. Hóast hann samskipaði brúdleypið, var hon evsti myndugleikin. Tað eydnaðist sera væl, og hon var ovurfegin fyri dagin.
Sum útbúgvin planleggjari hugsaði Sigurd, at møguleikarnar at veita sera ymsar tænastur innan planlegging eru til staðar, so hví ikki brúdleyp eisini? Í sambandi við veitsluna sjálva, har dekoratión, blomstur og farvur eru viðkomandi, er stjórin ikki so sterkur til, sigur hann, men vil fegin samstarva hesum viðvíkjandi.
Ert tú kreativ/ur við dekoratión til veitslur?
Senit ynskir fegin at samstarva við onkran, sum hevur kreativt hegni til visuella partin av veitsluni. Á henda hátt kann Senit veita eina heildarvøru, har øll praktisk viðurskifti verða avgreidd, samstundis sum sniðið av brúdleypinum eisini er ein partur av ’pakkanum´ ella vøruni, sum verður latin kundanum.
Um tú, sum lesir hesa grein, ella onkur sum tú kennir ella veit um, hevur eyga og gávurnar at seta saman farvur og annað dekorativt, sum hoyrir til brúdleyp, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Senit.
Skrivast kann til: senit@senit.fo
Ringjast kann til: 517414
Hyggið inni á heimasíðuni hjá Senit, finnið tænasturnar til einstaklingar og kanska onkrar av teimum eru viðkomandi fyri teg ella tykkum.
