Okkara fyrsta húsakeyp -1 Partur

Tað fór frá eitt sindur av uppfrískan til eina heildarumvæling

Í 2018, keyptu vit okkara fyrstu hús. Húsini eru bygd í 1906. Planurin var at mála eitt sindur, gera eitt eyka kamar á loftinum og skifta tekjuna. Men ætlanin broyttist tá vit fóru í gongd. Tað fór frá eitt sindur av uppfrískan til eina heildarumvæling.

Okkum dámdu sera væl staðsetingina av húsinum. Tað lá tætt við miðbýin og hevði ein trappu í urtagarðinum sum leiddi niðan til skógøkið beint omanfyri

Mánaðin vit fluttu inn, gingu vit bæði til roynd. Alt var eitt stórt rok og tí fóru vit ikki undir at seta í stand fyrr enn mánaðan eftir.

Floksfelagir hjá Dánjal høvdu bjóðað seg til at hjálpa til í nakrar dagar at skifta takið. Tí gjørdist hetta fyrsta stigið í umvælingini. 
Húsini høvdu verið ígjøgnum eina óhepna umvæling í 70’unum. Tí ynsktu vit at taka úthangið burtur, fyri at fáa tann gamla originala gesimsin sjónligan aftur og á tann hátt eisini fáa tí gomlu sálina framm aftur í húsini. 
Tað tók góðar tríggjar mánaðir til takið var skift. Størsta avbjóðingin var tann nógvi hitin hetta summarið; síðani fjarstøðan til vegin og tað hallandi lendi. 

Hallandi lendi gjørdi, at hvør taksteinur skuldi berðast frá parkeringsplássinum og upp á tekjuna við hondkraft í 30 gradum. Eg veit ikki um Dánjal nakrantíð hevur sveitta so nógv fyrr. Nógv vatn bleiv drukkið, men tað var sum um, at tað rann líka skjótt út sum inn. 

Tá vit fóru undir at uppbyggja gesimsin aftur var hann so illa farin at avbjóðingin enn einaferð tók um seg. Av tí at vit halda okkum til uttandura projektir um summari og seta í stand innan um veturin, er hesin parturin enn undir uppbyggjan, men vit stremba eftir at húsini útvendigt standa liðug, summarið 2021. 

Image

Karin Oddsdóttir Joensen

Karin er gift við Dánjali. Saman eiga tey børnini: Natalia, Nóa, Jónas og Elias. Tey eru búsitandi í Vejle. Hon er útbúgvin professiónsbachelor í ernæring og sundhed og arbeiðir á einum barna og ungdómsheimið, sum sunnheits- og socialpædagogur. Dánjal er útlærdur múrari og býggifrøðingur. Hann arbeiðir sum projektleiðari hjá SelmerByg. Tey hava stóran áhuga fyri umvæling, innrætting, endurnýtslu, kreativiteti, matgerð, familjulívinum og øllum har ímillum.
Facebook/karin
Instagram/karin
Sí fleiri greinar hjá Karin