Orkubar við chiafræ

Tann heilsugóði millummálin

Tilfar:

20 stk. turkaðar dadlur
5 stk. turkaðar abrikosur
Uml. ½ dl vatn
2 spk. kakapulvur
50 g kokus og eitt sindur til drys
50 g havragrýn
50 g hakkaðar mandlur
45 g chiafræ

Mannagongd:

Blenda dadlurnar, abrikosurnar og vatn til eina fína mongd. Síðani rørur tú hesa mongdina saman við hinum tilfarinum í eina rørimaskinu (sí myndir).

Síðani skalt tú pressa mongdina út til umleið 1 cm tjúkt á einum bakipappíri. Stroya yvirflatuna við kokus (sí mynd).

Goym síðani fatið í køliskápinum í umleið 1 tíma. So skerður tú mongdina út til smáar orkubarrir. Tær kunnu pakkast inn í matpappír so tær eru klárar til næsta millummálan. Tær skulu goymast í køliskápinum.

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.