Ostakaka við keksabotni & hindberum

Ostakaka við broysknum botni, floyalsmjúkum kremi og frískum berum. Tú fert ikki skeivt í býin við hesari ostakakuni – Fá uppskriftina her:

Til 12 persónar:
Fyrireikingartíð: 1 tíma
Tilgerðartíð: 10 min.
Tíð í alt: 3 tímar og 10 min.

Keksabotnur:

250 g Digestiv keks
125 g smør
1 tsk. kanel
1 springformur, umleið 22 cm í tvørmál

Rómaostakrem:

3 bløð husblas
400 g rómaost naturel
100 g florsukur
1 økologisk lime frukt
2½ dl róma

Prýði:

400 g frísk hindber
1 glas ripsgelé

Mannagongd:

1.Keksabotnur til ostakakuna: Tendra ovnin á 175°. Legg keksurnar í ein frystiposa og knúsa tær. Smelta smørið við veikum hita, og rør tað saman við teimum knústu keksunum og kanel. Trýst keksadeiggið út í botnin á springforminum, sum hevur bakipappír undir. Baka keksabotnin í ovninum í 10 min. Set tað at køla av í forminum.

2. Rómaostakremið til ostakakuna: Legg husblas í blot í eina stóra skál við køldum vatni í 10 min. Píska rómaostin, florsukur og 2 tsk. fíntrivið limeskal saman í eina stóra skál. Píska róman fyri seg. Legg ta váta husblassið í eina lítla grýtu við tí vatninum, sum hongur við. Smelta husblassið við sera veikum hita á komfýrinum –

 uttan at tað kókar. Rør 4-5 spsk. rómaskúm saman við tí smeltaða husblassinum, brúka t.d. ein deiggjskavara. Vend restina av rómaskúminum saman við rómaostakremi. Vend tilseinast husblass-róma-blandingina skjótt saman við rómaostakreminum. Javna kremið oman á keksabotnin í springforminum og rist sprigformin í ymiskar rætningar, so yvirflatan verður sløtt.  Stilla ostakøkuna í køliskápið í minsta lagi 2 tímar, so rómaostakremið stívnar. 

3. Ribsgelé til ostakøkuna: Smelta ribsgelé í eina grýtu við veikum hita. Stoyt tað smeltaða ribsgelé út yvir ostakakuna, so geléið verður javnt býtt. Sett skjótast tilber hindberini tætt saman í tí heita geléinum, áðrenn tað nær at stívna heilt. 

Gott Ráð: Tín ostakaka er klár, so skjótt geléið er stívnað. 

Vælgagnist:) 

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.